Smyril loysir ein logistikktrupuleika til steypafinaluna

(Steypafinalan - ljóðsamrøða) Klaksvíkar kommuna handlaði skjótt og útvegaði klaksvíkingum eina sjóvegis farleið til steypafinaluna

Tá tað var greitt, at KÍ var komið í tað fyrstu steypafinaluna hjá monnum í 10 ár, og fekk møguleikan at vinna fyrsta steypið í 17 ár handlaði Klaksvíkar kommuna skjótt.

 

Klaksvíkar kommunu gjørdi av at leiga Smyril at sigla úr Klaksvík til Havnar steypafinaludagin. Hetta hevur avgjørdar fyrimunir fyri stóru viðhaldsfjøldina hjá KÍ.

 

Fyri tað fyrsta er tað torført at útvega nóg nógvar bussar, og tað er eyka torført í morgin, tí stór ferðamannskip liggja inni, og tí eru ikki so nógvir bussar tøkir at leiga. Fyri tað næsta er tað ótrúliga gott fyri samansjóðingina, at ein rúgva av fólki kunnu ferðast saman til steypafinaluna.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við samskiparan, Palla Ziskason við vøllin á Djúpumýru í Klaksvík týskvøldið. Hoyr eisini hvat Palli Ziskason tippar.

 

In.fo og Ràs2 siga frá finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.