Smyril skal nú hava skeinkiloyvi

Strandferðslan vil lyfta tænastustøðið á Smyrli upp á eitt hægri støði og tað fer eisini at menna ferðavinnuna í Suðuroy

Skeinkiloyvi
 

Nú skal tað bera til hjá ferðafólki við Smyrli at fáa eitt glas av víni, ella eina øl, afturvið matinum.
Tað heldur Strandferðslan.
Strandferðslan hevur sostatt søkt loyvisnevndina um at fáa eitt hálvt skeinkiloyvi til Smyril.
Og Anna Dam, forkvinna í loyvisnendini, váttar, at nevndin nú hevur givið Strandferðsluni tilsøgn um eitt hálvt skeinkiloyvi.
Loyvisnevndin hevur verið umborð á Smyrli og kannað viðurskiftini og niðurstøðan er, at flaggskipið hjá Strandferðsluni hevur fingið tilsøgn um eitt hálvt skeinkiloyvi.
Forkvinnan í loyvisnevndini sigur, at endaligt skeinkiloyvi kann skrivast, tá ið ymisk formlig viðurskifti eru fingin í rættlag.
Eitt nú skal tilskilast, hvør  skal hava ábyrgdina av skeinkiloyvinum og yvirhøvur eru tað ikki nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag.
Anna Dam sigur, at skeinkiloyvið til Smyril verður ikki galdandi fyri alt skipið.
- Skeinkiloyvið verður bara latið til tær báðar matstovurnar á sætta dekki, sigur forkvinnan í loyvisnevndini.
 
Lyfta tænastustøðið
Heini á Borg á Strandferðsluni, sigur, at endamálið við hesum tiltakinum er at lyfta tænastustøðið á Smyrli upp á eitt høgri støði.
Men Strandferðslan ásannar, at hjá nógvum fólki er øl og vín blivin ein natúrligur partur av eini málttíð.
Hann sigur eisini, at ætlanin er fara ómetaliga hóvliga til verka umborð á Smyrli.
- Smyril verður ikki eitt flótandi vertshús, staðfestir hann.
-Tí er ætlanin at bara at skeinkja pilsnarøl, hóast Smyril eisini fær loyvi at skeinkja øll við gull styrki. Samstundis er ætlanin at hava eini trý sløg av reyðvíni og eini trý sløg av hvítvíni í smáum fløskum til sølu í kafeteria.
Og tað verður bara selt afturvið mati.
Í tí fínaru matstovuni er so ætlanin at hava nøkur fleiri sløg av víni.
Í hesum liggur eisini, at ætlanin er at tann fínara matstovan skal vera meiri opin enn hon er.
- Tað skal eisini vera við til at lyfta tænastustøðið á Smyrli upp, at vit kunnu bjóða ferðafólki eina góða málttíð í tí betri matstovuni við víni ella øli afturvið, sigur Heini á Borg.
Í hesum sambandi hevur Strandferðslan eisini søkt eftir tænastuleiðara til Smyril. Umsóknarfreistin er farin og 11 umsøkjarar vóru og í næstum verður starvið sett.
Heini á Borg væntar, at tað verður einaferð í heyst, at tað fer at bera til at fáa sær eina øl ella eitt glas av víni afturvið matinum á Smyrli.
Hann heldur ikki,at Strandferðslan, sum almennur stovnur, við hesum leggur seg út í kapping við privatu vinnuna.
- Tvørturímóti halda vit, at hetta kundi stuðla uppundir privatu ferðavinnuna í Suðuroy. Hetta er ein roynd at økja um ferðafólkatalið á Suðuroyarleiðini so at fleiri ferðafólk fara til Suðuroy og brúka teir møguleikarnar, sum har eru.
- Sostatt meta vit, at hetta tvørturímóti kann vera við til at menna ferðavinnuna í Suðuroy, sigur Heini á Borg.