Smyrsl gevur sjálvsálit

- Ein kvinna, sum hevur verið rakt av krabbameini vitjaði meg herfyri. Hon var vís í, at hon ongantíð fór at síggja vøkur út aftur eftir ógvusligu kemoviðgerðina. Men tá hon fór út aftur, var hon ein broyttur persónur. Hon hevði fingið sína útsjónd aftur við hjálp frá smyrsl, sigur Mirjam Reinert Olsen, eigari av Make-Up Store.

Tað er eingin ivi um, at smyrsl snýr seg um vælveru. Í øllum førum ikki, um vit spyrja Mirjam Reinert Olsen, sum eigur Make-Up Store saman við systurini Hannu.

Mirjam hevur síðani 2010 átt og rikið handilin Make-Up Store í Havn, sum selir smyrsl til allar aldursbólkar. Men Mirjam vil ikki einans hava ein handil. Hon vil hava hjálpa kvinnum at fáa tað besta fram í sær sjálvum.

- Eg síggi ofta, hvussu glaðar kvinnur vera, sum fáa vegleiðing í at smyrja sær, og sum læra at fáa tað besta fram í andlitinum. Eg síggi, at tær fáa meira sjálvsálit og broyta kropsholdning, tá ið tær síggja, hvussu vakrar tær kunnu vera, greiður Mirjam frá.


Træblýanturin var fyrsti eyelinarin

Í 1999 var Mirjam liðug við sína útbúgving sum námsfrøðingur. Hóast henni dámdi væl útbúgvingina, so var kortini okkurt sum dró hana í ein annan heim. Heimin, har litir og vakurleiki dominera. Í 2008 tók hon avgerð um at fara til Danmarkar at læra til stylist og make-up artist og síðani til kosmetolog.

Í sínari lestrartíð gjørdist Mirjam eitt kent andlit innan danska mótaheimin, tá ið hon var make-up artist hjá Tv2 News. Mirjam fór eisini undir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur arbeitt nógv innan tónleika-, films- og mótaheimin. Umframt hetta starvaðist hon hjá Mac í Keypmannahavn, har hon fekk nógvar royndir.

- Mín áhugi fyri smyrsl byrjaði, fyrstu ferð eg sá eitt spegl. Eg havi altíð havt áhuga fyri smyrsli. Mín allar fyrsti eyelinari var ein træblýantur, sum eg fekk at tekna við. Eg fann útav, at eg kundi gera hann vátan, og brúka hann sum eyelinara. Tá var eg fimm ár, greiður Mirjam brosandi frá.




Var tørvur á einum slíkum handli

Tá ið man byrjar ein slíkan handil, er vandi fyri, at fólk ikki fara at taka væl ímóti honum. Serstakliga í einum so lítlum samfelag sum Føroyum. Tað fekk Mirjam eisini at vita, tá ið hon spældi sær við tankanum um at fáa merkið Make-Up Store til Føroyar. Fíggjarkreppan herjaði í teimum døgum, men hetta fekk ikki Mirjam at halda sær aftur.

- Fleiri spurdi meg, um eg tordi at fara undir eina slíka verkætlan í teimum tíðum, sum vóru tá. Eg ivaðist sjálvandi nógv, men innast inni visti eg, at tað fór at ganga. Annars hevði eg ikki torað, sigur Mirjam.

Tá ið Mirjam arbeiddi í Mac í Keypmannahavn, hitti hon mangan føroyingar, sum leitaðu eftir tí rætta smyrslinum at taka við heim aftur. Og hvørja ferð varð sagt, at ein slíkur handil vantaði í Føroyum.

- Eg helt eisini sjálv, at tað var tørvur á einum ordiligum make-up handli, sum bæði seldi góðsku vørur, og samstundis kundi vegleiða fólki í, hvat er riggar væl, sigur Mirjam.

Í dag koyrir Make-Up Store ógvuliga væl. Tær báðar hava sett eina kvinnu aftrat í starv. Laila Carlsen er make-up artist, og hon starvast í hesum døgum eisini í Make-Up Store.

Og tær tríggjar skipa javnan fyri make-up kvøldum, har kvinnur kunnu melda seg til, og síðani læra alt um at smyrja sær rætt. Tær byrjaðu við hesum skeiðunum í januar í 2011, og hava havt tvey ella trý skeið hvørja viku síðani, og hava tey verið fullsett hvørja ferð.



***


Húðin skal røktast væl


Vit hava spurt Mirjam Reinert Olsen um nøkur góð ráð til smyrsl.


Hví skulu kvinnur brúka smyrsl?

- Eg veit ikki um tær skulu. Men eg havi tað teori, at smyrsl ger okkum frískari og vakrari, og tað er gjørt fyri at vísa okkara bestu eginleikar fram. Eg haldi sjálv, at kvinnur, sum koma inn uttan smyrsl, blóma, tá ið tær fáa okkurt á seg. Teirra sjálvsálit veksur. Man følir seg betri, og tað kemur undir vælveru. Tað er sjálvandi ikki uppskriftin uppá eydnu, men tað gevur yvirskot og ger, at man følir seg eitt sindur betri.

Hvat skal man hugsa um, tá ið man smyr sær?

- Eg haldi tað er altavgerandi, at man fyrst hugsar um grundina. Altso at man røktar húðina væl, og síðani finnur eitt gott grundarlag, og finnur rætta litin til andlitið, sum eisini hóskar seg til júst tína húð. Eitt nú kunnu ungar kvinnur nýta eina tjúkka grund, meðan ein eldri kvinna má hava okkurt lætt.

Nær skulu gentur byrja at smyrja sær?

- Eg haldi ikki, at man kann seta aldur á nær tað er rætt at byrja. Tað skal kennast rætt. Men man kann gott byrja at hugsa um at røkta húðina og so framvegis, tá ið man er í 13 – 14 ára aldrinum. Eg haldi ikki, at ung fólk noyðast at gera nógv burturúr, tí ungar gentur eru natúrliga vakrar. Men tað ger einki, at tær byrja at spæla sær við tankanum, tá ið tær eru ungar.


Kann man verða kvinnulig uttan smyrsl?

- Ja, tað haldi eg. Tað er jú eisini ein spurningurin um hvat einum dámar. Fyri summi er tað kvinnuligt at vera natúrligur, men eg haldi tó, at eitt sindur av smyrsl avgjørt kann síggja natúrlig út, og framvegis geva okkurt eyka. Smyrsl ger, at tú blívur meira kvinnulig. Mær dámar væl, at kvinnur smyrja sær, men kanska onkur annar, við einari aðrari lívsáskoðan, ikki heldur tað er rætt.

Kunnu menn brúka smyrsl?

- Ja, tað haldi eg, men alt við máta sjálvandi. Men tað eru nógvir ungir dreingir, sum brúka smyrsl. Og eg haldi tað er fínt, um teir bara vilja síggja frískari út. Eitt nú eru tað fleiri, sum nýta dagkrem við liti. Summir brúka eisini okkurt at leggja á eygnabrýrnar, um teir hava keðiligar brýr. Men um man tosar við menn, sum eru yvir 40 ár, so er hetta ein heilt óhugsandi tanki, men ungir dreingir hava ikki somu áskoðan. Summi halda eisini, at smyrsl merkir, at man er samkyndur. Men soleiðis er tað sjálvandi ikki.

Fert tú nakrantíð út ósmurd?

- Ja, tað kann eg gott. Men smyrsl er ein stórur partur av lívinum hjá mær. Eg brúki mangan smyrsl, men havi eg frí, so fari eg ofta út uttan.

Hvat mást tú hava á hvønn dag?

- Consealara – ella fjalandi krem - sum frískar økið kring eyguni upp. Tað er tað fyrsta eg geri, tá ið eg smyrji mær. Tað fjalir myrk øki kring eygunum, og reyðar blettar á andlitinum.


Hevur tú nøkur góð ráð til kvinnur, sum ikki duga so væl at smyrja sær?

- Tað er altavgerandi at røkta og reinsa húðina. Og síðani at finna eina góða grund. Annars er tað rættiliga ymiskt, hvat fólk hava tørv á. Summar vilja hava maskara á, meðan aðrar hugsa meira um varrarnar. Men hevur tú eina góða grund, so kann alt lata seg gera.

Hvat skal ein halda seg frá at gera?

- At velja krem, sum er 10 tónar ov myrkt. Fyrr var rættiliga vanligt, at vit brúktu foundation sum brúntkrem, og soleiðis royndu at smyrja okkum til ein lit, sum man einans fær við at vera sunnanfyri í tvær vikur. Tað er tað ringasta, eg veit, tí tað er ótrúliga ljótt. Tað riggar ikki væl, tá ið andlitið er myrka brúnt, og hálsurin hvítur.

Hvat eru góðir litir í vár?

- Okkara várkollektión er etniskt, og tað er tikið út frá, hvat klædnamótin í summar er, og har eru nógvir sterkir litir at síggja, sum síðani vera settir saman við gyltum litum. Vit hugsa eisini nógv um húðina, og nú tá ið summarið kemur, so er nógv brúnkandi putur at finna, sum skal geva okkum frískari húð, og samstundis seta fokus á beinstrukturin í andlitinum. Annars eru litir sum grønt og purpurlitt nógv at síggja.

Eru nakrir litir man skal halda seg vek frá?

- Nei, tað er tað ongantíð, men vanligt er um várið og summarið, at glaðir litir eru nógv at síggja. Teir myrkari litirnir verða goymdir burtur, og ein hugsar meira um lættar og frískar litir.