Snýr seg ikki um at vísa nøkrum á dyr

Sjúkratøktarfrøðingarnir á barsilsdeildini svarað nú atfinningunum frá ljósmøðrunum.

Í kjakinum um støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har ljósmøðurnar kenna seg tveittar á dyr, hevur hin fakbólkurin á deildini, sjúkrarøktarfrøðingarnir, higartil hildið seg kúrran. Tá in.fo fríggjadagin ynskti eina viðmerking frá leiðanid sjúkrarøktarfrøðinginum á føðideldini, bar hon seg undan og vísti til sjúkrahússtjóran.

Í gjár, 1. apríl, kom tó eitt skriv frá fakfelag teirra vegna sjúkrarøktarfrøðingarnar á føðideildini.

- Spurningurin um, nær uppgávan hjá ljósmøðrum endar og sjúkrarøktarfrøðin byrjar, snýr seg um fakliga serfrøði, samskipan og greiðar mannagongdir. Tað snýr seg um leiðslu og fakligan serkunnleika. Tað snýr seg ikki um, at vísa nøkrum á dyr, skriva sjúkrarøktarfrøðingarnir.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vísa á, at tænastan til teirra, sum nýta føðideildina, verður óbroytt, men at talan einans er um eina leiðslubroyting, har farið verður frá eini toymisleiðslu, til tvey ymisk virkisøki við hvør sínum leiðara. 

- Einki forðar fyri, at ljósmøður koma at starvast á barsil framyvir, men leiðsluspurningurin er avgreiddur. Vit meta tí, at tað er óheppið og óneyðugt at spurnartekin nú verður sett við tryggleika og fakliga dygd. Tað eru somu fakbólkar, sum halda fram, og við somu uppgávum. Men ábyrgdarbýtið verður greiðari og tað fegnast vit um, skrivar felagið.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir harmast um, at fakligheitin hjá teimum báðum fakbólkunum, ljósmøðrum og sjúkrarøktarfrøðingum, nú tykist blíva sett upp hvør móti øðrum. 

- Báðir fakbólkar hava hvør sína spíðskompetansu, sum er avgerandi fyri at geva bestu røktina. Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti er við til at tryggja, at besti fakligi førleikin hjá báðum fakbólkum verður gagnnýttur á besta hátt, skriva sjúkrarøktarfrøðingarnir.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vísa annars á, at meðan eingin ivi er um, at tað mest nátúrliga er, at burðardeildin verður leidd og mannað av ljósmøðrum, so er tað í teirra eygum, líka sjálvsagt, at barsilsdeildin verður leidd og mannað av sjúkrarøktarfrøðingum. Tær vísa serliga á tær støður, tá børn ella mammur koma illa fyri.

- Tær sum liggja longst á barsil, eru tær sum hava trupuleikar á ymiskan hátt, og ofta eisini tær sum hava føtt sítt fyrsta barn. Tær frísku og tær, sum hava átt áður, hava sum oftast stutta innleggjan. Tað sum hevur stórst tyngd á Barsilsdeildini er sostatt kompliserað barsilsrøkt, herundir trupuleikar við infektión o.a. og hetta er ein spíðskompetansa hjá sjúkrafrøktarfrøðingum. Tað hevur stórsta týdning, at skjótt verður sett inn, tá alt ikki gongur eftir ætlan, skriva sjúkrarøktarfrøðingarnir.

 

- Tilgongdin hjá sjúkrarøktarfrøðini á barsilsdeildini er grundað á eina familjusentreraða umsorgan. Henda serstaka tilgongdin merkir, at familjan uttan mun til heilsustøðu o.a. fáa eina heilsufremjandi og fyribyrgjandi heildarrøkt, har dentur millum annað verður lagdur á barnsins trivnað og heilsu, eins og heilsuna hjá mammuni. Her kemur fakliga breiddin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum til sín rætt til frama fyri familjuna.

- Tað er okkara ynski, at tey ivamál og avbjóðingar, sum altíð vilja stinga seg upp, tá tvey serøki skulu virka í tøttum samstarvi, kunnu haldast á einum fakligum og sakligum støði. Bygnarðarbroytingin er ætlað at gera ábyrgdarbýtið greiðari og samstarvið betri. Tað taka vit til okkum og vóna at ljósmøðurnar gera tað sama, skrivar altso Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vegna sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barsilsdeildini A2.