GSM
Kappingin á GSM marknaðinum í Føroyum fer frá fyrsta bríksli at snúgva seg um tey ungu.
?Hetta konseptið hjá okkum er beinleiðis ætlað til tann yngra marknaðin, sigur Bjarni A. Bjarnason, tá spurt verður um, hvønn málbólk roynt verður eftir í hesum fyrsta umfarinum.
Nógv tann størsta partin av teimum ungu kundunum finna vit á talutíðarpartinum(prepaid) av marknaðinum.
Hesar eigur Føroya Tele (síðst í oktober) 14.847 av. Allir hesir kundarnir, umframt teir, sum leggjast afturat, eru ikki bundnir av nøkrum haldi og kunnu skifta, sum teimum lystir uttan nakað.
Hesir kundarnir verða oftani róptir fyri teir illoyalu kundarnir, og tað er kanska heldur ikki so undarligt.
Hesir kundarnir eru eisini teir, sum gjalda mestaprísin fyri hvønn minutt, teir tosa. Í Danmark liggur kostnaðurin eitt nú hjá TDC Mobil um 100 kr. fyri at gerast kundi til tílíkar tænastur.
Í Føroyum liggur kostnaðurin millum 200 og 300 kr. Longu nú hevur íkast hjá Kall til marknaðin gjørt ávirkan, og serliga teir ungu brúkararnir verða næstu tíðina forkelaðir eitt sindur.
Bæði Føroya Tele og Kall hava sannað - eins og allar aðrar telefyritøkur í heiminum ? at pengar eru at vinna í risastóra fartelefon trendinum hjá teimum ungu.
Tað er tó, hvørki hjá Kalli ella Føroya Tele, sett nakað aldursmark á, so tað stendur sjálvandi øllum frítt at keypa sær talutíð - í pakka ella dós.
Fylla online
Teleutíðarkort hjá bæði Kall og Føroya Tele fáast til keyps í handlum. Báðar fyritøkurnar eru tó farnar undir at bjóða hesa tænastuna út á netinum, har tú kanst tú keypa talutíð við einum gjaldskorti.
Kall koyrir við sínum byrjunarprísum á talutíð til 1. februar, og inntil verður tað spennandi at síggja, hvussu marknaðurin fer at hátta seg.