Finnleif Guttesen
Hetta hugsa nógvir kundar nú teir síggja, at bankarnir taka avgjald fyri ymiskt, sum eingin hevur biðið um, t.d. kontoavrit ( 8 stk. í síðstu viku), avgjøld, sum mann ikki sær hvat er fyri, gebyr við afturvirkandi kraft og sikkurt mangt annað.
Vendur man seg til bankarnar, siga teir, at tað skulu teir nokk rætta, men veruleikin er, at eingin rætting fer fram, ella ógvuliga seint, so kundarnir gloyma hesar 5-10-15 kr. , sum eru tiknar av kontum og geva bankunum milliónir í kassan.
Síðani nýggi netbankin er komin, hevur tað av og á verið ómøguligt at flutt pengar gjøgnum netbankan, og er man tá noyddur at fara í sjálvan bankan fyri at gera flytingar, og hetta óskilið skal kundin eisini gjalda fyri.
Hví rætta bankarnir ikki skeivleikarnar?
Verða kundarnir snýttir, eg spyrji bara?
Hvar er brúkaraumboðsmaðurin?