Snýtti Havnar Róðrarfelag fyri 232.000 krónur

FÍGGJARLIGUR UNDANDRÁTTUR Ein maður er dømdur fyri at hava lensað eina bankabók hjá Havnar Róðrarfelag og longu á ólavsøku skal hann hava betalt felagnum yvir 232.000 krónur aftur

- Eg veit at eg havi gjørt nakað skeivt. Men eg havi ikki stungið eitt oyra í mín egna lumma.
Ein fyrrverandi nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag hevur nú í eini tvey ár av øllum alvi roynt at verja seg í rættinum, har hann stóð ákærdur fyri at hava stungið stórar peningaupphædir av eini bankabók hjá Havnar Róðrarfelag í sín egna lumma.
Men allar royndir vóru til fánýtis. Tí hóast hann bedýraði upp á, at hann ikki hevði tikið eitt oyra, kundi hann heldur ikki vísa nøkur skjøl ella onnur prógv fyri, hvat hann so hevði brúkt pengarnar til.
Málið hevur verið rættiliga leingi ávegis og tað eru nú eini tvey ár síðani at tað var reist.
Men ein orsøk til, at málið hevur drigið út, er, at dómarin hevur givið ákærda manninum fleiri møguleikar at finna fram skjøl, sum kundi prógva, at hann hevði brúkt pengarnar til at betala rokningar hjá Havnar Róðrarfelagi, og ikki, sum ákærin segði, hevði stungið teir í sín egna lumma.
Men tað hevur maðurin ongantíð megnað og nú var komið hartil, at Føroya Rættur helt, at nú var nóg mikið drálað og at málið skuldi avgreiðast.

Skal betala 232.000 krónur
Og týsdagin kom dómarin í Føroya Rætti sostatt til ta greiðu niðurstøðu, at ongin ivi var um, at forkláringin hjá manninum skuldi skúgvast til viks.
Upprunaliga varð hann ákærdur fyri at hava snýtt Havnar Róðrarfelag fyri 275.000 krónur, men nakað er afturgoldið og nakað er sett inn á aðrar kontur hjá felagnum.
Avleiðingin er, at hann varð dømdur fyri at hava snýtt Havnar Róðrarfelag fyri 232.000 krónur og teir pengarnar skal hann betala felagnum aftur í seinasta lagi um tvær vikur, altso beint fyri ólavsøku.
Hann varð eisini dømdur heili 10 mánaða fongulsrevsing, men tað sleppur hann undan at sita, vil hann ganga undir ávísar treytir.
Ein treyt er, at hann onki revsivert ger í tvey ár. Ein onnur treyt er, at hann skal arbeiða fyri onga løn í samfelagstænastu í 200 tímar. Hann skal eisini vera undir eftirlit av kriminalforsorgini í eitt ár og í hesum sambandi skal hann eisini í viðgerð fyri rúsdrekkamisbrúk, tí hann ført varð fram í rættinum, at rúsdrekka hevði verið rótin til nógvar av teimum trupulleikum, hann hevði rótað seg upp í.
Báðir partar umhugsa nú um teir skulu góðtaka dómin ella um teir skulu skjóta hann inn fyri landsrættin.


Heljarstríð í Havnar Róðrarfelag

Áki Bertholdsen

Dómurin, upp á 10 mánaða treytað fongsul, sum ein maður fekk týsdagin fyri at snýta Havnar Róðrarfelag, liggur nakað mitt ímillum tað, sum ákærin kravdi og tað, sum verjin helt, kundi koma upp á tal í einum føri sum hesum.
Ákærin kravdi, at maðurin varð dømdur at sita í 10-12 mánaðir, men skuldi dómarin komið til ta niðurstøðu, at hann skuldi sleppa undan at sita ein part av fongsulsrevsingini, skuldi maðurin vera undir eftirliti.
Hann meinti, at talan var um serstakliga groft lógarbrot, tí maðurin hevði havt eitt álitisstarv í einum ítróttarfelagi.
Men hetta álit hevði hann brúkt til at taka pengar frá felagnum til at fíggja sína egnu, privatu nýtslu.
Hinvegin helt verjin hjá manninum, at talan kundi ikki verða um strangari revsing enn ein treytaðan dóm, men hann átti ikki at fara upp um fýra mánaðir-kanska kombinerað við eini samfelagstænastu.

Beiskt persónsstríð
Verjin ásannaði, at maðurin hevði borið seg ”skítbýtt at”, men hann helt ikki, at tað kundi staðfestast, at talan var um at snýta nakran.
Hann vísti á, at illstøða var íkomin ímíllum nevnarlimir og tað hevði gjørt felagslívið í Havnar Róðrarfelag til eitt heljarstríð.
- Tað hevur verið eitt beiskt persónsstríð í felagnum segði hann.
Eitt dømi um, at ósemjan í Havnar Róðrarfelag, at sálvt ABC samgongan er sum ein sunnudagsskúli afturímóti, er, at tað eina ári vóru tveir ársroknskapir gjørdir yvir virksemi felagsins.
Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava snýtt felagið, hevur ført fram, at øll skjølini, sum viðvíkja hansara peningaviðurskiftum í felagnum, eru burturbeind fyri at skaða hann.
Verjin helt ikki var heilt ósannlíkt, tá ið hugsað verður um, hvussu støðan var.
Hann vísti eisini á, at óskil hevði verið í felagnum og at nógv av arbeiðnum var í sjálvdrátti, men kortini til felagsins besta.
Og í einum ítróttarfelagi, sum øll brenna fyri, eru tær vanligu eftirlitsmekanismurnar viðhvørt ikki so neyvar, sum tær kanska eiga at vera og tað er ikki altíð so góður ordan í.
Hóast verjin ásannaði, at skjalprógv ikki kundi førast fyri so vísti hann kortini á, at summir av lutunum, sum maðurin segði, at pengarnir vórðu brúktir til, vóru til skjals, sum prógv fyri, at pengarnir vóru ikki farnir í hansara egna lumma.
Hann nevndi ein bátavogn og tveir málningar sum dømi um tað.
- Tað eru ongi skjøl, sum vísa, at hesir lutir eru goldnir aðrastaðni frá, legði verjin afturat.
Les eisini greinina: Havnar Róðrarfelag er mítt hjartabarn