Ein luttakandi í partabrævaspælinum hjá Alm. Brand Bank kann nú vænta sær fongsulsrevsing fyri at hava manipulera við partabrævakursum. Luttakarin í spælinum starvaðist eisini sum meklari. Umvegis hetta virksemi megnaði hann at leggja hópin av ordrum inn upp á ávís partabrøv. Í spælinum hevði hann gjørt íløgur í hesi, og tá kursurin so hækkaði á veruliga marknaðinum, seldi hann í spælinum. Og tá hann síðani annuleraði allar teir veruligu ordrarnar, fall kursurin aftur á normalt støði. Talan er tó um grova kursmanipulatión, og tí kann er spælarin nú ákærdur við eini revsirammu upp til hálvtannað ár.