Snýttir fyri brotsspark á Malta

Føroyingarnir hava í fyrra hálvleiki verið greitt omaná í bólkafinaluni suðuri á Malta

Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu tað skal farast undir seinna hálvleik í avgerandi Nations League dystinum á tjóðarvøllinum Ta`Qali, har Malta hevur vitjan av Føroyum.

Hálvleiksstøðan er málleysur javnleikur. Tølini siga, at Føroyar hava verið greitt omaná. Føroyar hava vunnið fýra hornaspørk, og Malta hevur einki hornaspark vunnið.  Føroyar hava havt tvey skot á málið og fleiri fínar royndir við langskotum, og tá ið bólturin er farin við síðuna av málinum.

Longu í fjórða minutti var Klæmint A. Olsen skumpaður í ryggin eftir innlegg úr høgru, men dómarin tagdi og bríkslaði ikki fyri brotssparkinum, sum føroyingar hildu seg eiga. Og lítla løtu spældi Hallur Hansson snilt úr høgru og inn móti málteiginum til Jóannes Bjartalíð, sum var um reppið at skora.

Malta hevur onga veruliga roynd havt ímóti føroyska málinum. Einastu ferðina, at tað var um reppið, at tað kundi verða vandamikið var eftir snilda frísparksstøðu í vinstru.

Spælbýtið hevur verið javnt, men føroyingarnir hava verið fastari á bóltinum, og føroyingarnir hava verið stinnari og hugflogsríkari í samanspælinum, og í verjupartinum hevur føroyska liðið vera sera væl skipað.

Hallur Hansson er aftur í kvøld liðformaður, og hann gongur undar í verjupartinum. Føroyingarnir leypa á frammarlaga á vøllinum, og tað er stutt millum keturnar.

Tað plagar at verða sagt, at tað eru málini, sum telja, og soleiðis er tað eisini í kvøld. Men um tað framvegis verður málleyst, tá ið dómarin fer at bríksla fyri síðstu ferð, so hava føroyingar tryggjað sær bólkasigurin.