Snýttu deyðsfellu í Vágunum

Eitt ferðsluóhapp var á Vatnavegnum í Vágunum leygarnáttina. Staðið hevur gjøgnum árini kravt mong mannalív, og tað verður skírt eitt satt undur, at ongin av teimum sjey ungu í bilinum lat lív

Løgreglan í Vágunum fekk fráboðanina um eitt tíðina leygarnáttina. Bilurin, sum var á veg til Vatnsoyrar fór av vegnum við Gjógvin við Lýð. Tað er eitt sera vandamikið stað, sum hevur kravt fleiri mannalív seinnu árini. Og eftir bilinum at døma má tað sigast at vera eitt satt undur, at øll komu frá óhappinum við lívinum.
Sjey fólk vóru í bilinum, og sostatt kann út frá tí staðfestast, at ikki øll sótu í trygdarbelti. Løgreglan í Vágunum veit ikki, um nakar sat í trygdarbelti, tí enn hevur hon ikki avhoyrt fólkini í bilinum.
Hvør orsøkin til óhappið er, er sostatt heldur ikki staðfest enn. Vakthavandi er varin við at úttala seg um tað.
? Eg var ikki á vakt, tá fráboðanin kom, men tað eru nøkur viðurskifti, sum kundu týtt uppá, at nakað av ferð hevur verið, men tað er ikki staðfest, sigur vakthavandi.
Hann greiðir frá, at bilurin fór niðan av vegnum í eina grøv, har hann koyrdi einar 70 metrar, áðrenn hann umvegis ein betongklossa steðgaði. Klossin varð fluttur av bilinum, og vakthavandi heldur, at alt hetta kundi týtt uppá, at ov nógv ferð hevur verið á bilinum.
Tey ungu fólkini í bilinum, vórðu alt fyri eitt flutt á Landssjúkrahúsið. Ongin hevði fingið álvarsligan skaða. Men tann eini lá framvegis inni til eftirlit sunnudagin. Hesin hevði fingið skaða í høvdið. Onkur annar hevði fingið skaða í beinini, men sum sagt er ongin av teimum í lívsvanda, og bert tann eini varð liggjandi á sjúkrahúsinum.

Deyðsfella
Vegastrekkið á Vatnavegnum, har sum óhappið hendi, er ein sonn deyðsfella.
? Tað er eitt undur, at ongin lat lív í hesum óhappinum. Eftir bilinum at døma áttu fleiri at hava verið deyð, so hættisligt sá tað út, sigur vakthavandi.
Hesin vegurin verður sagdur at vera skrekkurin í oynni. Vakthavandi sigur, at tá fráboðanir koma um ferðsluóhapp á hesum vegnum, tá verður altíð hugsa, hvør man vera farin nú.
? Tað er kanska ljótt at siga so, men tað er ein sannroynd, at hetta vegastrekkið hevur kravt mong mannalív seinnu árini, tí tað er so vandamikið.
Vakthavandi heldur, at okkurt kundið verðið gjørt fyri at fyribyrgt vanlukkum á hesum vegnum. Hann heldur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd kanska kundi heitt á Landsverkfrøðingin um at gera autoverju niðan av vegnum eisini.
? Tað er ikki vanligt, at autoverja er niðanav, men tað kundi bjargað mannalívum í hesum førinum, heldur vakthavandi.
Hann heldur fram, at fram við vegnum eru hamrar og áir, og hesi gera, at tað er sera vandamikið, um ein bilur fer av vegnum.
? Tað er satt at siga meiri vandamikið, um ein bilur fer niðan av vegnum enn omanav, sigur vakthavandi, sum ásannar, at upplýsingararbeiði er gott, men heldur kortini, at autoverja framvið vegnum báðumegin hevði kunnað fyribyrgt fleiri hættisligum óhappum á Vatnavegnum.
? Fleiri hava latið lív á sama staði á hesum vegastrekkinum, so hetta er ein sonn deyðsfella, sigur vakthavandi.
Kanningar verða nú gjørdar av óhappinum, og øll sjey í bilinum verða avhoyrd. Umframt at blóðroynd er tikin av teimum øllum. Vakthavandi sigur, at tað kann vera, at rúsdrekka var uppií, og løgreglan gjørdi av at taka blóðroynd av øllum av løgfrøðisligum orsøkum.