Snartíðindi

OK Heilsøla & Maskinur er selt, B36 vann Klaksvíkskappingina og ivi verður aftur sáddur um, hvør setti eld á Scandinavian Star.

Óli Karl Hansen hevur nú selt OK heilsølu & Maskinur í Hvalvík til maskinverkstaðin Áway í Norðragøtu, sum brøðurnir Álvur og Tollakur Joensen.

 

Kenan Hajdarevic, sum spældi við KÍ í fjør, hevur enn einki felag funnið. Tó at tilboð eru úr Føroyum, so ynskir hann sjálvur at royna seg aftur í Danmark.


Danska stuðulsskipanin fyri lesandi er møguliga hin besta í heiminum, men er allarhelst eisini hin dýrasta í heiminum. Nú eru fleiri flokkar í Fólkatinginum sinnaðir at broyta skipanina, til tað verra fyri tey lesandi.


7. apríl 1990 lótu 159 fólk lív, tá eldur kom í Scandinavian Star, sum var á veg úr Oslo til Fredrikshavn. Danin Erik Mørk Andersen varð undir illgruna fyri at hava ásett eldin, men hann doyði longu áðrenn allir eldarnir vóru ásettir og tí vóru kanningarnar sleptar. Nú, 26 ár seinni, traðkar Flemming Thue Jensen úr danska løgmálaráðnum fram, og ákærir tveir navngivnar persónar fyri eldin.

 

Gadus, sum var tikin av norsku sjóverjuni leygarmorgunin, er nú á veg heim. Málið er tó ikki avgreitt enn, tí skiparin vildi ikki taka við sektaruppskotinum frá norsku stjórnini, sum var 1,1 millión krónur. Tí verður málið beint víðari í rættin.

 

Finalan og bronsufinalan í Klaksvíkskappingini vóru í gjár. Báðar vóru avgjørdar við brotssparkskapping. B36 vann 9-8 á Víkingi og KÍ vann 8-7 á NSÍ.