Meginfelag Útróðramanna ákærir nú fiskimálaráðharran fyri gjøgnum bakdyrnar at royna at legalisera troling eftir toski og hýsu á friðaðum økjum innanfyri 12 fjórðingar.
Tað sigur felagið í eini viðmerking til ætlanina hjá fiskimálaráðharranum at broyta hjáveiðuprosentið av toski og hýsu í kunngerðini um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar, har trolað verður eftir flatfiski.
Sambært uppskotinum er ætlanin at broyta kunngerðina soleiðs, at mest loyvda hjáveiða av rundfiski hjá bátunum, ið trola eftir flatfiski, verður økt úr 35 til 50 prosent.
- Vit skulu minnast til, at loyvini, ið útskrivað eru, eita: Trolveiða eftir flatfiski innanfyri 12 fjórðingar, skrivar Meginfelag Útróðrarmanna í viðmerkingini.
Grundgevingin fyri broytingini í kunngerðini er, at vandin fyri at toskur og hýsa verða tveitt út aftur gerst minni. Hetta endamál hevur mann annars roynt at rokkið við nýta flatfiskatrol, rist, at broyta meskavíddir og við øðrum.
Meginfelag Útróðramanna skrivar, at tað heldur tað verða løgið, at myndugleikarnir friða stór øki inni við land fyri húk, til tess at verja toskin og hýsuna, og at mann samstundis ætlar at vælsigna, at trolbátarnir økja sínar nøgdir av toski og hýsu við at trola í økjum, ið annars eru totalfriðað fyri fiskiskap.
- At royna at legalisera 15 prosent av rundum fiski afturat, so hesir bátar koma at fiska samlað um 70 – 80 prosent av rundum fiski – pluss tað, ið myndugleikin roknar við verður útblakað, loysir ikki trupulleikan, vísir Meginfelag Útróðrarmanna á.
Teirra uppskot er tí, at fiskiskapurin eftir flatfiski má takast fullkomiliga upp til nýggja viðgerð.
- Vit hava gnaddað á somu økjum í yvir 40 ár. Vit mugu finna útav, um nakar flatfiskur er, og so fiska hann har hann er, staðfestir Meginfelag Útróðrarmanna.
Les eisini lesarabræv hjá Absalon í Buð, formanni í Meginfelag Útróðrarmanna, undir teiginum, "Lesarabrøv" longur niðri á síðuni
Savnsmynd