Snikkarin "snikkar" trappuna til

- Vit hava fleiri bíleggingar upp á trappur, og vit eru eisini í holt við tveir køkar, sigur Bødvar Hjartvarsson, sum eigur og rekur Snikkarakjallaran í Dali.

Bødvar Hjartvarsson letur væl at. Hann eigur og rekur Snikkarakjallaran í Dali, sum ikki minst er kendur fyri sínar mongu og snøggu trappur, ið standa kring um í føroyskum heimum.

 

Viðskiftafólk eru væl nøgd við tænastuna og tað arbeiði, sum verkstaðurin í Dali ger.

 

Tað er ikki bara í sethúsum, at trappurnar hjá Snikkarakjallaranum eru at finna. Tá Búsetur bygdi nýggja bátafelagshúsið Undir Bryggjubakka í Havn, bygdi verkstaðurin í Dali trappurnar, sum vóru nakrar í tali.

 

- Umframt trappurnar, sum gjøgnumgangandi fylla mest hjá okkum, eru vit í løtuni eisini í holt við tveir køkar. Ein køkur skal latast til eini summarhús í Tjørnuvík og ein til eini sethús í Havn.

 

Bødvar Hjartvarsson sigur, at eftirspurningurin eftir trappum er stórur.

 

- Vit byggja trappur allatíðina, men tað er eisini hugaligt, at onkur køkur verður umbiðin av og á. Vit byggja vanliga nakrar køkar um árið, og í løtuni eru vit so í holt við hesar báðar, sigur hann.

 

Snikkarakjallarin hevur eisini fingið sær lærling, Bogi Skorá, sum er ættaður úr Kaldbak. Hann byrjaði ikki púrasta á berum. Frammanundan hevur hann tikið tað, sum rópt verður tekniskt yrkisnám innan timburfakið. Hetta fevnir um hálvt ár og verður nú drigið frá í lærutíðini.

 

- Eg eri sera fegin um Boga. Hann er óførur og roynist væl í framleiðsluni, sigur Bødvar Hjartvarson.

 

Umframt at framleiða trappur og køkar, kann Snikkarakjallarin í Dali eisini taka aðrar snikkarauppgávur á seg, eitt nú innhurðar, spísiborð, skenkar, stólar, krakkar og annað.

 

- Vit gera tó einki við úthurðar og vindeygu. Tað lati eg aðrar veitarar um, leggur Bødvar Hjartvarsson aftrat.