Syng ólavsøkusangirnar av fartelefonini, hygg at ólavsøkuskránni, festivalskránni ella kanna ferðsluviðurskiftini alt á fartelefonini.
Í sambandi við ólavsøkuna hevur hallo.fo ment eitt pinkuforrit - eina app - til Tórshavnar kommunu, har brúkarar av Android fartelefonum í fyrstu atløgu kunnu heinta kunning um ólavsøkuna og Ó Festivalin.
Brúkarar av Apple skulu sjálvandi eisini kunna nýta skipanina, bíðað verður bert eftir einum loyvi frá Apple, sum væntandi kemur longu í morgin.
Á appini er bæði skráin fyri Ó Festivalin og vanliga ólavvsøkuskráin fyri tíðarskeiðið 27. 30. juli 2011.
Á appini er møguligt at bólka tiltøkini á ólavsøku í list, ítrótt, sølu osfr. Eisini er møguligt at síggjar sangheftið til midnáttasangin og fáa upplýsingar um trygd, ferðslu o.a. á ólavsøku.
Um nakar hevur broytingar, ella upplýsingar at leggja afturat, so kunnu hesar latast Snarskivuni á [email protected]