Snorkaði sum ein motorsúkkla

Tað var blivin ein stórur persónligur trupulleiki fyri meg, at eg vigaði so nógv, sigur Willy Stampe

Tað var í august mánaði í fjør, at Willy Stampe fór í kríggj við síni mongu kilo.
- Eg hevði gingið og hugsað um tað í eina tíð. Hevði mest sum gjørt upp við meg sjálvan, at nú skuldi eg gera okkurt við vektina hjá mær. Tað var blivin ein stórur persónligur trupulleiki fyri meg, at eg vigaði so nógv. Eg orkaði simpelten ikki at fylgja við í gerandisdegnum.
- Eg fór til arbeiðis um morgunin, og í døgurðatímanum plagdi eg at sova. Eg plagdi eisini at fáa mær ein lúr beint aftan á arbeiðstíð, tí eg var altíð so troyttur.
- Um náttina svav eg ov lítið, tí eg var ofta uppi væl út á náttina og hugdi eftir videofilmum, og aftur við filmunum skuldi eg so eta og drekka okkurt – junkfood, bomm, sjokulátu og sodavatn. Tá eg so svav, snorkaði eg so illa, at tað ljóðaði sum ein Harley Davidson.
- Mær hevur eisini altíð dámt væl at spæla fótbólt, men tað hevur verið rættiliga avmarkað, hvat eg havi kunnað gjørt, tí eg havi verið so tungur.