- Nýtslan av snúsi, tyggitubbaki og nikotinposum er blivin alsamt meira vanligt millum ung, serliga millum dreingir.
Tað siga tey í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung.
Víst verður til kanningar í Danmark, sum siga, at fleiri enn 20 prosent av ungum í aldrinum 15 til 29 ár snúsa - ella brúka nikotinposar dagliga ella regluliga.
- Hóast eingin sambærilig tøl eru í Føroyum, hevur Fólkaheilsuráðið illgruna um, at støðan í Føroyum líkist henni í Danmark.
Gigni mælir tí foreldrum til at tosa við síni børn um snús.
- Nógv foreldur vita kanska ikki, at barnið snúsar. Snús er roykfrítt og lætt at goyma. Tann ungi veit kanska ikki, hvørjar fylgjurnar kunnu verða.
Í stuttari kunning um møguligar avleiðingar av snúsi verður sagt soleiðis:
- Snús er undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi og er oyðileggjandi fyri tenninar.