Steðgur hevur verið í Hvonndeildini seinastu vikurnar, har fleiri av leikarunum í deildini hava spælt við í HM-undankappingini, sum var í høllini á Hálsi seinastu vikurnar. Í dag hava fremstu, føroysku hondbóltskvinnurnar tó lagt til brots aftur í landskappingini. Tveir dystir eru spældir í Hvonndeildini í dag, harav tann eini varð spældur í Vestmanna ímillum VÍF og Stjørnuna.
Undan dagsins dysti hevði Stjørnan ikki vunnið nakran dyst í hesum kappingarárinum, men hesa staðfestingina fingu klaksvíkingar broytt í dag. Stjørnan hevði eina leiðslu so at siga allan dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki bleiv leiðslan so stór, at heili sjey mál vóru á muni, tá ið Stjørnan var á odda 23-16. Ímóti dystarenda eydnaðist tað tó heimaliðnum at pynta um støðuna, so endaliga úrslitið gjørdist 24-29.
Áðrenn dystin í dag hevði Stjørnan bert vunnið eitt stig í níggju dystum, men í tíggindu royndini eydnaðist loksins at vinna síni fyrstu tvey stig í landskappingini. Stjørnan er nú jøvn í stigum við StÍF, sum eisini hevur trý stig. Hesi liðini eru tey aftastu, nummar fimm og seks, í Hvonndeildini.
VÍF er nummar fýra í Hvonndeildini við átta stigum.
Hesar skoraðu málini í kvinnudystinum høllini í Vestmanna í dag:
VÍF-Stjørnan 24-29 (10-15)
VÍF: Ema Bezanovic 8, Daniella Joensen 5, Tóra Seloy 5, Randi Virgarsdóttir 2, Ronja Johannesen 2, Kathe Frederiksen 1 og Lív Ingdorsdóttir 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 8, Jansy Jacobsen 5, Hervør Olsen 4, Durita Ljósstein 4, Sonja Lava Sirdal 3, Jórun B. Nielsen 2, Ella Petersen 2 og Una Váðklett 1.