Sunnudagin skulu øll liðini í Atlantic Airways-kappingini aftur í dyst eftir ein steðg upp á nakrar vikur um høgtíðina. Teir tríggir dystirnir eru samstundis teir fyrstu í endaspælinum í ár, og spenningurin í kappingini er stórur.
Kyndil ella VÍF
Um vit skulu meta út frá grundspælinum, so bendir alt á, at tað verða teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti, Kyndil og VÍF, sum aftur í ár fara at berjast um gullkrónurnar, tí hóast munurin millum hesi bæði liðini og so hini liðini á stigatalvuni ikki er so stórur, so tykist tað sum um, at tey leikliga eru eitt vet betur enn mótstøðuliðini.
Kyndil, sum hevur ligið á odda at kalla alt kappingarárið higartil, skal sunnudagin inn á Skála at spæla móti strandingum, og tað kann gerast ein spennandi dystur. Strandingar høvdu eina ógvuliga trilvandi byrjan upp á kappingarárið, men í seinastu dystunum í grundspælinum tóktust verða við at koma fyri seg. Um tað er nóg mikið til, at teir kunnu gera ein vørr móti kyndilsmonnum, vil tíðin so vísa.
Í Vestmanna fær hitt oddaliðið VÍF vitjan av hoyvíkingum. H71 tók øll á bóli, tá ið teir í byrjanini av kappingarárinum lógu heilt frammi í oddinum, men so reyk liðið í ein aldudal og tapti fleiri dystir á rað. Vestmenningar hava hinvegin verið rættuliga støðugir, men hava tó snávað í báðum dystunum móti arvafíggindunum og nærmastu kappingarneytunum úr Kyndli. Í seinasta dystinum í grundspælinum hittust júst VÍF og H71 í Hoyvíkshøllini, og tann dysturin endaði við javnleiki. Tað var um reppið, at hoyvíkingar tá fóru við sigrinum, men vestmenningurin hjá H71, Johnny Durhuus, brendi eitt brotskast, tá ið tíðin var farin.
Botnuppgerð í Hoyvík
Seinasti dysturin hetta umfarið verður í Hoyvíkshøllini, har kollfirðingar fáa vitjan av Neistanum. Hetta eru tvey av aftaru liðunum í fremstu mansdeildini, sum ikki av álvara hava fingið glið á spælið hjá sær í ár. Í mun til hvat varð væntandi, so kann ikki sigast annað, enn at árið í ár hevur verið eitt satt vónbrot hjá neistamonnum, og tað førdi eisini við sær, at leikandi venjarin, Damir Oros, gavst sum venjari. Nú er hann bara spælari, og tað tóktist hjálpa eitt sindur upp á støðuna, og so verður spennandi at síggja, hvønn týdning tað kemur at hava, tá ið Oros skal dystast við gomlu liðfelagarnar úr Kollafirði sunnudagin.