So eigur Áki metið

Tey seytjan málini, sum Áki Olsen skeyt móti Tjaldri leygardagin, eru tað mesta ein leikari hevur skotið í sama dysti hetta kappingarárið

Aloftast eru tað teir leikarar, sum skjóta flestu málini, at fólk leggja mest til merkis.

Hetta er allarhelst eisini galdandi í hondbólti, og í so máta fekk Áki Olsen rættuliga gjørt vart við seg, tá hann sunnudagin saman við liðfeløgunum tók ímóti Tjaldri upp á Hálsi.


Tveir mánaða gamalt met

Tá alt kom til stykkis, hevði Áki skotið ikki færri enn 17 mál, og hetta er tað mesta nakar leikari hevur skotið í einum einstøkum dysti hetta kappingarárið.

Gamla metið fekk John Petersen, tá hann í dystinum millum VÍF og StÍF í Vestmanna hin 30. januar skeyt heili fimtan mál.

Hetta metið fekk John sostatt loyvi at eiga í knappar tveir mánaðir.

Hesi seytjan málini førdu samstundis við sær, at Áki er ovast á máltindinum, nú bert eitt umfar restar av kappingarárinum.

Til stuttleikar kann nevnast, at í sama dysti varð eitt annað met sett, nevnliga hvussu nógv mál næstbesti málskjúttin hjá einum liði hevur skotið í einum dysti.

Heini Joensen var nevnliga eitt sindur smædnari enn Áki, og mátti taka til takkar við 12 málum.


Rápa hjá kvinnum

Hjá kvinnunum er metið 14 mál í einum dysti, og er hetta komið fyri fýra ferðir í ár.

Ikki heilt óvæntað stendur navnið, Ioana Rápa, á trimum av hesum førunum. Toppskúttin frá undanfarna ári, hevur eisini hetta árið gjørt nógv um seg. og er hon eisini ovast á máltindinum, hóast hon vegna skaðar ikki hevur fingið leikt allar dystirnar.


Bestu málskjúttar í einum dysti hetta kappingarárið


Kvinnur:

14 mál:

07.11.1999, VÍF-VB, Ioana Rápa

11.12.1999, Stjørnan-VB, Vesna Tomajek

27.01.2000, Stjørnan-VÍF, Ioana Rápa

12.02.2000, Neistin-VÍF, Ioana Rápa


13 mál:

14.11.1999, Tjaldur-Neistin, Inga Danberg


Menn:

17 mál:

25.03.2000, Neistin-Tjaldur, Áki Olsen


15. mál:

30.01.2000, VÍF-StÍF, John Petersen


14 mál:

10.10.1999, Neistin-H71, Heini Joensen

17.10.1999, H71-StÍF, Artur Johansen

07.11.1999, Neistin-StÍ, FJohn Petersen

19.01.2000, Tjaldur-Neistin, Heini Joensen