So er Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, varð í dag vald til forkvinnu í Løgtingsins vinnunevnd.

 

Bjørt Samuelsen hevur royndir frá arbeiðinum í vinnunevndini, har hon hevur verið fastur limur síðani 2008. Hon er útbúgvin matvøruverkfrøðingur og journalistur og umframt í vinnunevndini, er tingkvinnan limur í uttanlandsnevndini og útnorðurráðnum.



Bjørt Samuelsen tekur við forkvinnusessinum eftir Bjarna Hammer, sum hevur verið formaður í vinnunevndini seinastu tvey árini. Avtala um býtið av formanssessinum í vinnunevndini varð gjørt í sambandi við býtið av sessum í landsstýri og Løgtinginum, tá samgongan varð skipað.