So er Charles III lýstur bretskur kongur

Gud varðveiti kongin, ljóðaði frá ráðnum, sum alment tekur kongin til í Bretlandi.

 

Charles III kongur er í dag alment nýggjur bretskur kongur. Tað var við eitt hátíðarhald í St. James' Palace eftir at Elizabeth er deyð.

Charles Philip Arthur George prinsur er nú Charles kongur. Tað er í dag alment fráboðað á fundi í serliga ráðnum sum tilnevnir nýggja ríkisstjóra, eftir at Elizabeth II doyði hósdagin.

Í roynd og veru varð Charles kongur í tí løtuni, mamman doyði.

Stutt eftir klokkan 10 í morgun gav bretski tingmaðurin Penny Mourdaunt almennu boðini frá ráðnum.

Elizabeth II drotning doyði í slotti sínum í Balmoral í Skotlandi hósdagin. Hon gjørdist 96 ára gomul.

Tað er á fyrsta sinni nakrantíð, at hátíðarhaldið í serliga ráðnum, sum tilnevnir ríkisstjóra, verður sent alment í sjónvarpi.

Umframt nýggju bretsku forsætisráðfrunna, Liz Truss, eru fleiri aðrir fyrrverandi forsætisráðharrar og -frýr til hátíðarhaldið. Teirra millum eru Boris Johnson, Theresa May og David Cameron.

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Charles III kongur av Bretlandi Myndir: Jonathan Brady/AP/Ritzau Scanpix