So er farið at halla við havhestinum

Fuglaveiða

Nú man havhestatíðin sigast vera farin at halla, hóast enn ikki er farið av allari tíð.
Veðrið í havhestatíðini í ár hevur verið, sum tað plagar, um vit so kunnu siga; onkur góður dagur hevur verið, men fleiri dagar hevur verið ov frískur vindur.
Hjá teimum, sum vóru eftir havhesti í bestu tíðini og fingu teir bestu dagarnar til veður, vignaðist hampiliga væl. Aðrir, sum ikki sluppu avstað teir góðu dagarnar, men noyddust at velja sær ein dag við ov nógvum loti, vignaðist minni væl.
Og soleiðis er tað vanliga á hvørjum ári.
Teir bestu dagarnar fingu menn upp í fleiri hundrað havhestar, men í hesi vikuni hevur lítið verið at fingið, tí nú er so nógv útliðið.
Týsdagurin og mikudagurin í síðstu viku vóru tveir góðir dagar, og tá fingu menn nógvan fugl.