So er G! í gongd

Við fýra konsertum á spæliplássinum er G!festivalurin farin í gongd klokkan 22:00. Tað var svenski Moto Boy, sum fyrstur fór á pallin. Hann er eina á palli við guitara og syngur friðaligar sangir. Sermerkt er, at hann stundum syngur sera, sera høgt. Við vøkrum løgum setti hann G! 2010 í gongd.

Klokkan 23 er FM Belfast á skránni og eftir í kvøld eru so Lucy Love og Hamferð.