So er hann á odda

Barrack Obama gjørdi aftur bart í gjár. Hann vann øll trý uppstillingarvalini og er nú fyri fyrstu ferð framman fyri Hillary Clinton

Klokkan trý í nátt vistu amerikonsku sjón­varps­­støðirnar at siga, at nú var Barrack Obama farin fram um Hillary Clinton í upp­stillingardystinum hjá demo­­kratunum. Sambært CNN hevði hann tryggjað sær 1.195 valmenn, men Hillary Clinton er í hølunum á honum við 1.178 val­monnum.

Tað var væntandi, at Barrack Obama fór at vinna valini í Virginia, Maryland og Washington D.C. í gjár, men politiskir eygleiðarar í USA siga, at úrslitið var kortini enn ein ósigur hjá Hillary Clinton.

Kanningar í gjár vístu, at 90 prosent av teimum svørtu veljarunum atkvøddu fyri Obama, og í Virginia fekk hann eisini stuðul frá teimum flestu monnunum. Soleiðis hevur tað verið í øðrum statum eisini, men hjá Hillary Clinton má tað kennast hugstoytt, at 51 pro­sent av teimum hvítu velj­ar­unum atkvøddu fyri Obama, og at heili 58 prosent av kvinnunum at­kvøddu fyri honum.

Við sigrunum í Virginia, Washington D.C. og Mary­land hevur Barrack Obama vunnið sjey av teimum sein­astu upp­stillingar­valunum hjá demokratunum.

Hjá republikanarunum vann John McCain øll trý uppstillingarvalini í gjár. Kortini var sigur hansara sera tepur í Virginia, har tað leingi stóð á jøvnum millum McCain og Mike Huckabee. Politiskir eygleiðarar siga, at valið í Virginia var enn eitt tekin um, at McCain hevur ikki takið á teimum konservativu veljarunum hjá republikanarunum.

Ikki avgjørt enn

Hóast sigursrøðina hjá Barrack Obama tora polit­isku eygleiðararnir í USA ikki at siga, at talan er um eina flóðaldu, sum ikki er til at steðga, og sum Hillary Clinton tí fer at drukna í. Eygleiðararnir vísa á, at kapp­ingin teirra millum er so jøvn, at sjálvt um Obama fær 55 prosent í øllum teimum statunum, sum eru eftir, er tað kortini ikki nóg mikið til at vinna tað endaliga uppstillingarvalið. So verða tað teir serligu valmenninir, sum fáa tað avgerandi orðið at siga, og meirilutin av teimum styðja Hillary Clinton.

Í sínari takkarrøðu í nátt segði Barrack Obama, at tey seinastu úrslitini benda á ein nýggjan meiriluta, sum er settur saman av fólki úr øllum pørtum av land­inum, øllum rasum og bólk­um, sum taka undir við hansara fráboðan um eina vón í framtíðini.

- Vit hava vunnið í eystri og vestri, suðuri og norðuri og miðskeiðis í hesum landinum, sum vit øll elska. Hen­dan rørslan steðgar ikki, fyrr enn ein broyting hendir í Washington, og í kvøld hava vit tikið eitt týðandi stig, segði Obama, tá hann í morgun kom til Wisconsin, har val verður í næstu viku.

Hillary Clinton hevði lagt leiðina suður til Texas, tí tað er greitt, at skal hon vinna uppstillingarvalið, má hon vinna í øllum teim­um trimum stóru statunum, sum eftir eru, Texas, Ohio og Pennsylvania.

Tekur frá Hillary

Sigurin hjá Barrack Obama í gjár var sera greiður. Í Vir­ginia fekk hann 64 pro­sent av teimum demokratisku at­kvøðunum, í Maryland 62 og í Washington D.C. 75 prosent. Í øllum trimum var veljaraskarin júst tann rætti fyri Obama, tí har eru nógv svørt og nógv við góðari útbúgving.

Men kanningarnar í gjár vístu eisini, at Obama hevur tikið nógvar veljarar frá Hillary Clinton. Sum væntað fekk hann tær flestu atkvøðurnar frá teimum svørtu og frá monnunum, men hann fekk eisini tey flestu hvítu at atkvøða fyri sær og tær flestu kvinn­urnar.

Í Virginia fekk hann eis­ini tær flestu atkvøðurnar frá fólki av latín­ameri­konsk­um uppruna, og í Maryland atkvøddu tey flestu gomlu og fólk á bygd fyri honum. Í øðrum statum hava júst hesi verið týdningarmiklir stuðlar hjá Hillary Clinton. Politisku eygleiðararnir siga, at hon noyðist nú at leggja seg eftir at fáa at­kvøðurnar frá teimum nógvu latín­amerikanar­un­um í Texas og teimum eldru og lágløntu í Ohio og Pennsylvania.

Trýr upp á undur

Við at vinna øll trý valini í gjár hevur John McCain tryggjað sær eina so greiða leiðslu í kappingini hjá republikanarunum, at tað skal eitt undur til, um hann skal tapa fyri Mike Hucka­bee. Men Huckabee hevur júst sagt, at hann trýr ikki upp á tøl, men upp á undur, og tí dugir hann ikki at síggja nakra grund til at gevast.

Í Virginia gav Huckabee eisini McCain okkurt at hugsa um, tí har vann Hucka­bee í fleiri valdømum, og í teimum mest kon­ser­vativu økjunum fekk hann heili 80 prosent av teimum republikonsku atkvøð­un­um.

Hetta merkir sambært ame­rikonsku eygleið­ar­un­um, at McCain hevur ikki fingið fatur á teimum mest konservativu veljarunum, og teimum fær hann brúk fyri, um hann skal vinna á demokratunum í novembur.