So er Helle klár

Seinnapartin hevur Helle Thorning-Schmidt verið á Amalienborg og boðað Margrethu drotning frá, at hon er til reiðar at skipa stjórn, og Lars Løkke Rasmussen, verandi forsætisráðharri, hevur verið og mælt drotningini til at biðja sosialdemokratiska formannin skipa ta næstu stjórnina.

Flokkarnir, sum eru samdir um at skipa stjórn, eru samdir um eitt samgonguskjal, men innihaldið í tí verður ikki kunngjørt fyrr enn í morgin. Tá fáa danir eisimi at vita, hvør skal umsita tey ymsu málsøkini tey næstu árini.

23 ráðharrar skulu manna stjórnina, 11 sosialdemokratiskir, seks radikalir og seks úr SF.