So er klárt at fara undir innkomuvegin

Tórshavnar býráð hevur á fundi seinnapartin samtykt málið um innkomuveg til Havnar.

 

Talan er í fyrstu syftu at gera ein arbeiðsveg frá rundkoyrngini á Sandvíkarhjalla og suður til Villingadalsvegin. 

Seinni skal so tunnil gerast frá Villingadalsvegnum og út í Marknagil vestan fyri Hotel Føroyrar.

Tá alt arbeiðið er liðugt, verður koyrandi av Sandvíkarhjalla og út í Marknagil, har vegurin kemur út í Marknagilsvegin við Dánjalstrøð.

Fimm íbindingar verða í vegin, sum soleiðis eisini skal knýta býlingarnar í Hoyvík og Villingadalsvegin og Sundsvegin saman.

Tað var eitt einmælt býráð, sum samtykti málið.

 

##med2##