So er koyrandi aftur í Vágsbotni

Seinastu dagarnar hevur ikki verið koyrandi í Vágsbotni millum Vaglið og Skálatrøð

Orsøkin er, at arbeitt hevur verið framman fyri Miðlahúsið, har fólk frá Hjálpirót hava gjørt nýggjan gonguteig millum timburdekkið á torginum og tvørtur um vegin til Miðlahúsið.

Nú eru gonguteigurin steinsettur soleiðis, at gonguteigur týðuliga sæst.

– Endamálið við nýggju áleggingini við ruflutum tilfari er bæði at fólk í bili at vísa størri ans, og og at leiðbeina fólk, hvønn veg teg skulu ganga tvørtur um koyribreytina, stendur í kunningartilfarinum hjá býráðnum um verkætlanina.

Tað er eisini ætlanin at styrkja um trygdina við at seta eina ljós-ávaringarskipan niður í lendið.