Klokkan sjey í morgun varð alt tað føroyska loftrúmið latið uppaftur, og sostatt er flogvøllurin í Vágum opin fyri flogferðslu. Vága Floghavn sigur, at tað eru framvegis økir við miðsavnaðari gosøsku á høgum stigi í nánd av Føroyum, men tó ikki í føroyskum luftrúmi.
Vísir tað seg, at føroyskt luftrúm aftur verður rakt av gosøsku, ið ger tað neyðugt at stongja luftrúmið heilt ella partvíst, verður boðað frá hesum, sigur Vága Floghavn í morgun.