So er sagt

Lag: Eg livi og veit

Vár Drottur hvørs sæti á Himmlinum er

har skoðar øll veraldar ríki

Hans veldi og vitan um rúmdina fer

væl røkkur hvørt kykt hvørja blómu í verð.

Ei finnst her í heimi hans líki.


Tann verkevnismáttur av hansara hond

er allra manns upphav á foldum

tað yðandi lív fyllir stórhøv og lond,

ùr ísbláa himni til fjarðastu strond

til ótaldar verur í moldum.


Til verju og vernd er Guðs velduga hond

og máttmiklu einglanna skarðar

um leiðin er greið,ella løtan er vond

so er hansar eyga og eingil í nánd,

tá tung kennast spor millum varðar.


Hann byrjan og enda í hond hevur svá

vit gætur tí øll skuldu givið -

várt dagatal talt er hann sigur so frá

væl áðrenn várt eyga fekk ljósið at sjá

sum upphav og kraft var til lívið.

- - - -

Tó skugga kann brátt yvir lívsdagin her

tá maður bert jarðargóðs toknast,

tann hávi og møði øll ogn honum ber

og marglætisgripir hann savnaði her,

men valla veit hvørjun tað ognast.


Alt hold er sum gras íð blómar tað stund

á summri og sólføgrum løtum.

Tó kennist brátt heysti, tað kølnar um grund

og liljurnar føgru tær følna í lund,

og gult bognar grasið á fløtum.


Hvat gagnar so manni øll ogn hans og fæ

hann eftir seg legði á foldum,

men ikki gav ans um hin æviga stað

sum honum var givin til bústað tann dag

hann sjálvur lá gloymdur í moldum


Lat moldina eiga tað hennara er

sum móðir til seinast øll fevnir,

Tó andin er búgvin til drúgvari ferð

tá deyðin ei hond fekk á sál vára her,

sum fræls móti stjørnunum stevnir.


Viggo Johannesen