So er VB við

Útlendsku leikararnir vóru aftur at síggja á vøllinum, og so var ikki stórvegis at gera hjá Kyndli, sum fekk av at vita frá meistarunum úr Vági

Hondbóltur

Tá VB hevur verið í yvirskriftunum í bløðunum hesar seinastu vikurnar, hevur tað aloftast verið sum partur av útlendingamálinum, sum hevur verið í føroyskum hondbólti hesa seinastu tíðina.
Sjónligasta avleiðingin av hesum hevur verið, at meistararnir als ikki hava havt nakran útlending á liðnum í nakrar dystir, men nú tykist tann forðingin at vera beind av vegnum, og so er liðið aftur at meta sum eitt av teimum, ið fara at striðast um meistaraheitið.
Og so var ikki serliga stuttligt hjá Kyndli at standa fyri. Frá byrjan av setti VB fulla ferð á, og tað var greitt, at tær nú høvdu nakað at prógva. Líka mikið, hvussu Kyndil royndi, so fingu tær ikki gjørt stórvegis fyri at steðga stormálopinum, og tað mundi kennast sum ein stórur lætti, tá dómararnir at enda gjørdu av, at nú skuldi vera hálvleikur.
Eftir steðgin setti VB eisini ferðina nakað niður, soleiðis at vertirnir hóast alt fingu loyvi at spæla eitt sindur við. Tað bleiv tó ongan tíð talingur um, at nakar spenningur av nøkrum slag kom aftur í dystin. Til tess var munurin millum liðini alt ov stórur, og VB kundi tí einamest nýta tíðina til longu nú at fyrireika seg til komandi dystin. Hesin verður nevnliga í Vestmanna, har VÍF stendur og bíðar, og so er spurningurin, hvussu tað fer at spæla av. Eitt tykist í øllum førum víst, og tað er liðini í tí dystinum fara at geva alt tað,sum tey eru ment, til tess at prógva, hvør er best, tá spælið fyrigongur seg á vøllinum.

Dysturin í tølum
Kyndil-VB 16-31 (4-17)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang 7(1), Annika Thomsen 3, Randi Wardum 3, Linda Weihe 1, Anja Heinadóttir 1, Anita Kjærbo 1
VB: Aukse Vysniaskaite 12(5), Gurið Mortensen 10, Rannvá Augustinussen 4, Diava Toumaite 3, Margreth Augustinussen 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 7
Útvísingar: Kyndil 2, VB 1
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.