Tað sigst, at ein nýggj fløga hjá AC/DC kemur út í oktobur mána. Tað hava annars verið ein rúgva av ivamálum, viðvíkjandi útgávuni av hesi fløguni, men nú frættist frá australsku heimasíðuni Undercover, at hesi tíðindini eru sera sannlík.
Teir skriva nevniliga, at komandi fløgan hevur fingið tittulin ?Black Ice?, og at hon kemur út í heyst.
Harvið skuldi AC/DC verið klárir at geva sína fyrstu fløgu út síðani 2000, altso í 8 ár.
Hinvegin leggur Undercover nøkur onnur ivamál á borðið. Teir vilja nevniliga vera við, at fyritøkan Rock Band fer at senda eina AC/DC-útgávu út av teirra egna spæli, og at bólkurin fer á heimsturné í ár. Annars veit eingin serliga nógv viðvíkjandi nýggju fløguni, uttan at hon var spæld inn í Canada í plátufelagnum hjá Bryan Adams.