So eru øll 16 liðini funnin

Dystur í kappingin um Løgmanssteypið hevur verið spældur í Miðvági í dag.

Tað eru 18 lið, ið taka lut í kappingini um løgmanssteypið í ár. Orsakað av hesum talinum av liðum var neyðugt við tveimum undanumførum fyri at vinna tey seinastu 16 liðini í kappingini. Skírishósdag vann FC Suðuroy 4-2 á heimavølli ímóti Royn, og í dag var seinni undandysturin spældur vesturi í Miðvági, har MB úr 2. deild og Undrið úr 3. deild hittust.

 

Og tað gjørdist 3. deildarliðið Undrið, sum spældi seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Undrið kom tíðliga í dystinum á odda við máli frá Christiani Vilhelmi Jacobsen, og í seinna hálvleiki staðfesti Ivan Gærdbo Hofgaard sigurin. Undrið vann 2-0.

 

Áttandapartsfinalurnar ímillum tey síðstu 16 liðini í steypakappingini eru hesar.

 

FC Suðuroy - Víkingur

TB - NSÍ

Undrið - Skála

AB - B36

ÍF - KÍ

EB/Streymur - 07/Vestur

Giza/Hoyvík - B68

HB - B71