Lundapisurar eru farnar, og tað eru nátungarnir og flestu lírarnir eisini. Millum seinastu pisurnar - fyri ikki at siga tær allar seinastu - eru drunnhvítapisurnar, sum nú eru um at verða floygdar.
Í gjár legði Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, út á Facebook-síðuna - Koltur - eina áhugaverda eygleiðing. Hann vísti á, at hetta er tíðin, tá drunnhvítapisurnar læra seg at flúgva.
- Umframt at reiðrast í berginum, eigur drunnhvíti eisini í bygdalagnum, húsaveggjum, garðsløgum og gloprum í Koltri - og eisini á moldgólvinum í torvhúsinum.
Bjørn Patursson vísir á, at drunnhvíti er í familju við náta og skráp.
- Drunnhvíti spýr úr sær lýsi, um hann følir seg hóttan. Slíkt lýsi luktar illa og er so trátt og kleimi, at tað skjótt kann verða ein hóttan fyri rovdjór sum koma ov nær og vilja fuglinum ilt.
Fyristøðumaðurin leggur aftrat, at best dámar drunnhvítanum myrkar holur og glopur at reiðrast í, og pisan á myndini býr í torvhúsinum Heimi í Húsi, har drunnhvíti og onkur teisti plaga at eiga.