So fer Lukas Graham á pall!

Teir lova eitt brak

Avgjørda høvuðsnavnið í kvøld, Lukas Graham, er nú til reiðar at fara á stóra pallin á Vágsbøi.

 

Seinast teir vóru á Summar Festivalinum, fingu teir fjøldina heilt upp á kók, og líkt er til, at sama skili verður hesuferð. Teir hava megnað at draga eina stóra fjøld oman í váta bøin, som treiskast veðrið.

 

Konsertin markar somuleiðis endan á tónleikaferðini hjá teimum í ár, og Lukas Forchhammer, forsangarin í bólkinum, vissaði eisini um, at fólk kundu væntað sær eina ordans veitslu á Vágsbøi.

 

Les eisini: Lukas Graham: Tað verður ball á Vágsbøi í kvøld


Fólk flest sigar seg verða spent til løg sum ”7 Years”, ”Mama Said” og kanska sera hóskandi, ”Drunk In the Morning”.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá í kvøld á Summarfestivalinum