So flúgva pisurnar í Hoydølum

Í morgun, tá klokkan var farin eitt sindur av níggju, kom Bára Jákupsdóttir stórsmílandi út úr stundentaskúlanum í Hoydølum. Hon var tá júst liðug við sína síðstu próvtøku, og kann nú kalla seg student

Í morgun, tá klokkan var farin eitt sindur av níggju, kom Bára Jákupsdóttir stórsmílandi út úr stundentaskúlanum í Hoydølum. Hon var tá júst liðug við sína síðstu próvtøku, og kann nú kalla seg student.
Í dag var hon uppi í sponskum, og tað hevði gingið væl. Hon hevur gingið á málsligu deild, og hevur annars verið uppi í føroyskum og evning í teimum munnligu próvtøkunum, og tað hevur eisini gingið væl, letur hon at.
- Tað er nakað so deiligt at vera liðug. Aftaná alt stríðið og alla orkuna ein hevur lagt í hetta í síðstuni, er tað ein sera deilig kensla, at onki at hava at hugsa um, sigur 19 ára gamla Bára Jákupsdóttir.
- Nú skal eg bara slappa av, taka tað púra róligt. Summarferia er tað, sum stendur fremst á mínum lista í løtuni. Og áðrenn eg fari undir nakran víðari lesna, skal eg hava frí í eitt ár. Vónandi fari eg út at ferðast, sigur ársins fyrsta pisa í Hoydølum, Bára Jákupsdóttir.