Forsøgan
Tað byrjaði annars so væl. Allir flokkar og allir løgtingslimir tyktust hava fatað, at ein møgulig føroysk oljuframtíð var eitt so stórt álvarsmál, at her mátti ikki farast fram eftir fummum. Ein serlig oljuráðleggingarnevnd við frægastu serkønu varð vald, og semja var um, at samskifti nevndarinnar við politisku myndugleikarnar gekk um sjálvan løgmann.
Á henda hátt varð ein trygg, professionel fyrireiking sett í gongd, og tað er ikki sørt, at arbeiðslag og duguleikin hjá oljuráðleggingarnevndini og oljufyrisitingini vakti ans og virðing millum útlendsk oljufeløg og myndugleikar. Við hvørt hevur verið funnist at, at tað hevur gingið so spakuliga, men eingin hevur enn kunnað funnist at innihaldinum.
Um allan heim eru mong dømi um samfelagsliga sera óhepnar avleiðingar av oljuvinnu og av vónum um oljuvinnu. Tey grefligastu dømini eru Nigeria, Venezuela og Equador. Færri eru dømini um samfeløg, sum eru komin væl frá einari oljuvinnu. Tí vakti arbeiðshátturin, sum valdur var í Føroyum, virðing. Her var skilvísi og skynsemi valt at tryggja eina so avbalanseraða uppbygging av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, sum til bar.
Nýggj kolvetnisstevna
Tað var kanska bláoygt at rokna við, at eitt slíkt skilvísi fór at kunna halda á fram, og nú eru vit komin aftur til føroyska veruleikan.
Tað eru at síggja til ikki tær stóru broytingarnar, sum løgtingið nú við 3. viðgerð fer at samtykkja í uppskotnu kolvetnislóggávuni. Men tær eru rættiliga avgerandi brot við tað arbeiðslag, sum higartil hevur verið, og tær geva teimum, sum alla tíðina hava sagt, at føroyingum kanst tú ikki rokna við, rætt.
Treyt um, at allur flutningur av útgerð (uttan flyting av boripallum) og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll, kann av útlendskum oljufeløgum einans fatast sum annaðhvørt vitleyst skemt ella sum óneyðug forðing og loysigjald fyri útvinning av kolvetni. Í báðum førum verður løgtingið og Føroyar mett ótilrokniligar.
Broytingin um, at allar útbjóðingar skulu fara fram sbrt. serstakari løgtingslóg, har tilskilað verður, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu, ber á sama borð. Tað tykist, sum um løgtingið vil taka eina møguliga oljuvinnu sum gíðsli og fyrireikar, hvat slag av loysigjaldi, tað skal fara at krevja.
Men tað, sum kanska verri er, er, at løgtingið ætlar eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni 10-15 ár at sleppa at verða rikin upp á vinnuligar treytir. Ímeðan fingu vit dálkaðar firðir, stórt umhvørvisligt spell og nógvar privatar húsagangir.
Úrslitið av viðgerðini av kolvetnislógaruppskotinum ger útlendskum fyritøkum púra greitt, at Føroyar er eitt samfelag, sum teir ikki kunnu rokna við. Tað ber ikki til at samráðast og gera avtalu við føroyskar myndugleikar, og tað ber heldur ikki til hjá føroyskum myndugleikum at samráðast við útlendskar fyritøkur - uttan uppá hvamsvís.
At rætta bakara fyri smið
Men kanska er tað ikki kolvetnislógina, ið løgtingið hevur viðgjørt. Mangt bendir á, at tað tilstundandi valið og tvørrandi samstarvslagið millum løgting og landsstýri, sum er viðgjørt ístaðin fyri kolvetnislógina.
At løgtingið einki álit hevur á landsstýrinum er vorðið skilligt. Um orsøk er til slíkt illtrúni, so er tað ein søk millum løgtingið og landsstýrið. Tað er jú løgtingið sum millum sínar frægastu hevur kosið løgmann og landsstýri. Tað er at rætta bakara fyri smið og bart út landsskaðiligt at brúka kolvetnislógina at lýsa alment, at løgtingið ikki trýr sínum egnu og sær sjálvum til.
Ein vinnulig framgongd og nýggj tíð kann fara at spyrjast burtur úr einari møguligari oljuvinnu. Men hon kann bert henda, um vinnulig sambond verða bygd upp millum føroyska vinnu og útlendska. Tað fer at forða eini møguligari vinnuligari menning, at vit skulu venda aftur til ta tíð, tá politisk sambond er fyrsta fortreyt fyri at reka vinnu og ikki duguleiki.
Tað er púra óneyðugt hjá løgtinginum at royna at tryggja føroyskari vinnu og arbeiðsmegi part í einari møguligari oljuvinnu. Eitt er, at løgtingslimir ikki eru valdir eftir førleika at stýra oljuvinnu, ella fyri tann skuld nakrari vinnu. Annað er, at vinnan dugir hetta so nógv betur sjálv. Vit kunnu sum dømi taka Wood Group í Aberdeen, sum fór inn í oljuvinnuna, tá fiskileiðirnar vórðu skerdar. Í dag hevur fyritøkan 5000 fólk í arbeiði í 20 londum og ein umsetning uppá 5 milliardir krónur.
Leggið uppskotið til viks
Í vinnuligum samanhangi er stabilitetur altavgerandi. Møguleikarnir fyri avkasti skulu vera ómetaliga stórir, áðrenn ein vinnulig fyritøka fer at gera íløgur í eitt politiskt óstabilt samfelag. Oljuvinnan er meira von við at gera íløgur í óstabil samfeløg enn aðrar vinnugreinar. Men kann hon sleppa undan óstabiliteti, roynir hon tað.
Vinnur Bretland marknaðartrætuna, fær oljuvinnan greiðar treytir at arbeiða undir, og hon kann út frá teimum meta, um tað loysir seg at royna at útvinna kolvetni á okkara leiðum. Við nýggju føroysku kolvetnisstevnuni er oljuvinnan um ein háls, um lógin skal skiljast, sum hon er orðað.
Í upprunaligu kolvetnisstevnuni kendu vit tað sum eina skyldu at at skipa fyri, hvussu eitt møguligt kolvetni við Føroyar best kundi verða útvunnið, t.e. við atliti til umhvørvi, tryggleika og kostnað, so tað kundi koma restini av heiminum til góðar. Nú tykist stevnan verða merkt av rætti til at leggja forðingar fyri virknari og skilvísari leiting og útvinning av oljuni og rætti til at leggja dýrkandi lið inn, sum í besta føri einans tæna endamálum, sum einki hava við oljuvinnu at gera.
Í tí líki kolvetnislógin fer til triðju viðgerð, er hon landsskaðilig. Best varð tí, at hon varð tikin aftur, og at nýtt lógaruppskot lagt fram aftur eftir løgtingsvalið.
21. februar 1998
Kjartan Kristiansen