Tað er aftur farið at goysa í Íslandi, sigur íslendski meteorologiski stovnurin í kvøld.
Íslendska kringvarpið Rúv veit at siga, at tað er farið at goysa millum Stóra Skógfell og Hagafell.
Eldgosið, sum er um somu leiðir, har onnur eldgos hava verið seinastu mánaðirnar, byrjaði bert lítla løtu eftir, at meteorologiski stovnurin hevði ávarað um vandan.
Íslendska verjan arbeiðir í løtuni við at finna út av, júst hvar tað er farið at goysa, og fyri løtu síðan visti Rúv at siga, at ein tyrla var á veg til økið.
Fólk eru flutt burtur úr Bláa Lóni, men sambært íslendska ríkisútvarpinum eru nøkur starvsfólk eftir her.
Í gjár boðaði íslendski meteorologiski stovnurin frá, at vandi var fyri nýggjum eldgosi, og í kvøld er tað so aftur farið at goysa.
Síðan hin 18. desember í fjør hava trý eldgos verið á Reykjaneshálvoynni, og í kvøld sigur Rúv, at tað í løtuni er trupult at meta um støddina á hesum seinasta gosinum.