Jóhan Fróði Mørkøre er føddur í Klaksvík í 1954, og hann vaks upp í Klaksvík. Sum aðrir ungir dreingir fór hann til skips sum 15 ára gamal. Men, sjólívið hjá klaksvíkinginum fekk ein bráðan enda, tá hann hin 3. november í 2014 kom út fyri einari stórari vanlukku, sum gjørdi hann óarbeiðsføran.
Feigdardagin hevði hann verið hjá tannlækna í Havn, og á veg norður hevði hann keypt sær døgurðamat. Eftir at hava gingið sær ein túr, tá hann var komin heimaftur til Klaksvíkar, og eftir at hava vitjað foreldur síni, har mamman hevði givið honum súpan, var hann við hús aftur um 21-tíðina.
Jóhan Fróði Mørkøre hevur ivaleyst verið troyttur av degnum og sovnaði á sofuni um kvøldið. Hann veit einki til sín aftur, fyrr enn hann 14 dagar seinni vaknar í respirator á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Hann minnist einki frá tí, sum hendi. Í nýggjastu útgávuni, sum júst er komin í røðini "Skakandi tilburðir", er hetta ein av 14 søgum í bókini, sum Føroya Met gevur út. Her eru eisini skelkandi myndir, sum lýsa, hvussu hart raktur Jóhan Fróði Mørkøre var í eldsbrunanum hetta feigdarkvøld í Klaksvík.
Hann fekk álvarsaman skaða og varð brendur um stóran part av likaminum. Í fyrstuni tóku læknarnir bara ytstu liðirnar av fingrunum, men so við og við varð tikið meira av teimum, til nærum eingir fingrar vóru eftir.
Nú skjótt trý ár eftir hendingina, sigur Jóhan Fróði Mørkøre, at hann kennur seg væl til passar. Hann hevur lært at liva við skaðunum og roynir at klára seg uttan stórvegis hjálp frá øðrum. Hann hevur fingið sær fólk at gera reint í húsinum, og hann fær døgurða úti frá hvønn dag.
- Annars klári eg meg uttan hjálp, sigur Jóhan Fróði Mørkøre í nýggjastu útgávuni av Skakandi tilburðir, sum nú er komin í flestu bókabúðir kring landið.