So hava Aiden og Gillian keypt spæliland

Tað er næstan ikki at fata, at fyri einum ári síðani høvdu Adrian og Gillian Bayford so lítlar pengar um hendi, at tey máttu spara saman fyri at halda føðingardag fyri børnunum í lokala spælilandinum, Cheeky Chimps Funhouse í Haverhill. Nú hava tey gjørt av at keypa tað.

Bæði børnini vildu halda sín føíngardag har í fjør. Tað vóru trongar tíðir, men vit royndu at fáa ráð, og tað eydnaðist at geva teimum ein slíkan dag, sum tey ynsktu sær, sigur Gillian Bayford, sum kundi parkera slíkar fíggjarligar stúranir, tá hon saman við manninum vann 1,4 milliardir krónur í EuroMillions í august síðsta ár.

Vinningurin keur nú Cheeky Chimps Funhouse til góða, tí spælilandið mátti í februar snara lyklinum um. Tað var til so stóra iðran fyri Gillian Bayford, at hon fór í penigapungin og keypti sælilandið.

- Beint nú er als einki til børnini í Haverhill og her umkring, so vit vilu egin geva teimum eitt plássat vera. Vónandi fer hetta at koma Haverhill til góða, sigur Gillian við Haverhill Weekly News.

Hon ætlar sær sjálv av hjálpa til ein ella tveir dagar um vikuna, og hon er sjálv ábyrgdari av at seta fólk, so klárt verður at lata upp til vikuskiftið.

Síðani Aiden og Gillian Bayford vunnu stóra vinningin, hava tey verið í miðlunum fleiri ferðir. Partvís orsakað av teimum størru og smærru verkætlanunum, sum tey hava valt at stuðla, men sanniliga eisini, tí tey hava egnað av hat bæði beinini á jørðini.

Adrian Bayford royndi at halda sølubúðina við brúktum fløgum og plátum opna, men mátti gevast, tí tað var ein evindalig rennan av fólki, sum als ikki høvdu áhuga fyri tónleiki, men fyri hansara nývunnu pengum.

Børnini ganga framvegis i sama skúla, og milliarderarnir búgva framvegis í sama øki, men hava keypt sær størri hús.

Tað eru eingir fíggjarligur trupulleikar longur, men mítt fokus er, sum tað alríð hevur veirð: Mínir vinir, familjan og børnini. Tað ger ikki mun, hvussu nógvar pengar tu hevur standandi í bankanum, tí tú ert einki uttan tínar vinir og familjuna rundan um teg, sigur Aiden Bayford