Premier League
Sir Alex Ferguson nýtti beinanvegin høvi at prika Mourinho eftir stórtapið hjá Chelsea fyri Middlesbrough. Ferguson ávaraði Mourinho um, at tað eyðkenda reypið hjá Mourinho fór at bíta seg sjálvt í halan.
- Vit eru vanir við, at Mourinho argar okkum. Vit eru greiðir yvir, at hetta liggur í hansara náttúru. Men hansara tørn fer møguliga at koma ein dag, segði ein vónríkur Ferguson eftir sigurin á Portsmouth.
- Tað er væl møguligt, at Chelsea fer at vinna meistaraheitið longu tann 9. apríl, sum Mourinho hevur spátt. Men so leingi vit hava nakrar dystir eftir at leika, kann alt henda, legði Ferguson afturat.
Chelsea fór í svart
Chelsea tapti um vikuskiftið fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum. Tað var kanska ikki so óvæntað, at oddaliðið tapti fyri júst Middlesbrough, tí teir hava jú vunnið stórt á Manchester United í heyst.
Hinvegin kom tað óivað óvart á tey flestu, at júst Middlesbrough skuldi koppa Chelsea hendan dagin. Middlesbrough er tað liðið, ið hevur latið næstflest mál inn, og samstundis er Chelsea tað liðið, ið hevur latið fæst mál inn. Middlesbrough tapti eisini 4-0 seinasta vikuskiftið fyri Aston Villa. Tí var einki, sum bendi á, at botnliðið skuldi fara við sigrinum.
Brasiliumaðurin Fabio Rochemback legði heimaliðið framum longu eftir tveir minuttir, og Stewart Downing økti til 2-0 stutt fyri steðgin. Ilt var at fáa eyga á, hvat av liðunum var oddaliðið, og hvat var botnlið.
Í seinna hálvleiki sló Yakubu sigurin fastan, tá hann fyrst snýtti John Terry og síðani sendi framvið Cech í málinum.
United í hopla
Manchester United hevur endiliga fingið gongd á málmaskinuna, og ímóti Portsmouth lá væl fyri frammanfyri málinum. Í seinastu fýra dystunum hevur United funnið netmeskarnar trettan ferðir, og tað boðar frá einum vandamiklum álopi.
Manchester United hevði heldur ongar trupulleikar ímóti næstniðasta liðnum í deildini, tá teir vitjaðu Portsmouth leygardagin.
Ruud van Nistelrooy er toppskjútti í Premier League, og leygardagin legði hann so eitt mál afturat savninum. Christiano Ronaldo sær eisini út til at hava funnið formin, og hann skoraði tvey mál fyri steðgin. Portsmouth pyntaði um úrslitið í endanum, men tað hevði bert kosmetiskan týdning.
Tann heilt stóri spurningurin er nú, um United kann hála tólv stig innaftur í tólv teimum seinastu umførunum. United er í einum góðum stima fyri tíðina, og tí kundi hugsast at menn Fergusons fara at gera ein vørr, nú kappingin er farin at halla. Tað er tó ikki serliga sannlíkt, at Chelsea fullkomiliga fer at missa áralagið í teimum seinastu dystunum.
Endiliga bragdaði hjá Liverpool
Eftir fýra landskappingardystir uttan sigur, fekk Liverpool endiliga fult í útidystinum ímóti Fulham. Einasti málskjútti í dystinum var finski verjuleikarin Sami Hyypia. Liverpool spældi ikki serliga væl, men tað eydnaðist tó at hála ein sigur í land.
Stóri trupulleikin hjá Liverpool er, at hópurin er geldur fyri vandamiklar áleyparar. Eingin av teimum trimum áleyparunum hevur megnað at sláa ígjøgnum, og tað var eisini orsøkin til, at Benitez skrivaði sáttmála við gomlu hetjuna Robbie Fowler.
Benitez hevur eisini alment givið til kennar, at hann als ikki er nøgdur við áleypararnar í felagnum. Hetta má metast sum eitt greitt misálit á teir tríggjar Crouch, Morientes og Cissé.
Dysturin um 4. plássið
Fýra tey ovastu liðini sleppa til Champions League komandi ár, og tí er sjálvsagt umráðandi at enda millum fýra tey ovastu.
Higartil í ár hevur bardagin staðið millum arvafíggindarnar Tottenham og Arsenal um fjórða plássið. Fyri fyrstu ferð í mong ár hevur Tottenham blandað seg í stríðið um tey lukrativu plássini í Champions League.
Tottenham hevði um vikuskiftið eitt gylt høvi at leggja sjógv ímillum seg og Arsenal, men tað miseydnaðist í evstu løtu.
Arsenal spældi leygardagin javnt 1-1 á heimavølli ímóti Bolton, sum annars var frammanfyri til síðsta minutt. Kevin Nolan legði Bolton framum heilt tíðliga í dystinum, men Gilberto javnaði stutt fyri leiklok og bjargaði tí eina stiginum.
Tottenham hinvegin lat sigurin gleppa av hondum í evstu løtu. Robbie Keane hevði lagt Spurs framum í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti botnliðnum Sunderland. Tveir minuttir fyri leiklok var Paul Stalteri ikki nóg árvakin, tá hann lat Daryl Murphy sníkja seg ímillum, og hann javnaði til endaligu støðuna 1-1. Jermaine Jenas hevði møguleika at tryggjað Tottenham sigurin eftir hetta, men hann brendi skammiliga.
Tískil eru framvegis fýra stig millum Tottenham og Arsenal, sum eisini hevur ein dyst til góðar.