So kemur ferð á menninar

Eftir steðg síðani hálvan desember, fer manshondbólturin nú aftur ígongd, og longu fyrsta umfarið verður satt brak í Vestmanna

Hondbóltur

Tað verður við einum sonnum braki, at manskappingin í hondbólti fer ígongd aftur um vikuskiftið. Longu fyrsta umfarið tørna risarnir báðir, VÍF og Kyndil, saman, og tó at tað enn er langt eftir á mál, so líkist hetta einum av teimum dystunum, sum kunnu gerast sera avgerandi fyri, hvar meistaraheitið fer at enda í ár.
Hjá Vestmenningum ræður fyrst og fremst um ikki at missa takið á oddinum, soleiðis sum tað annars hevur verið lagt upp til fyri tað mesta hetta kappingarárið. Við hálveringini av stigunum, minkaði munurin frá VÍF til oddin úr seks niður í trý stig, og fáast tvey stig burturúr sunnudagin, so er talan bert um tað eina stigið, og so tosar VÍF av álvara við.
Hinvegin kann Kyndil sjávlandi ? um teir vinna dystin ? skapa sær eina fjarstøðu niður til VÍF upp á heili fimm stig. Tað í sjálvum sær gevur sjálvsagt einki meistaraheiti, men hinvegin man tað vera ein sera hugalig støða hjá Kyndli, um hetta skuldi borið á.
Og so kann eisini leggjast afturat, at eftir dystirnar í miðvikuni, liggur kanska enn størri trýst á teimum báðum liðunum. VÍF mátti á heimavølli lúta við einum máli fyri StÍF, meðan korthúsið hjá Kyndli av álvara rapaði, tá teir taptu við ikki færri enn sjey málum fyri H71. Tvey úrslit, sum viðføra, at teir báðir arvafíggindarnir ikki hava tey bestu kortini at vinna seg fram í steypafinaluna, og tí leggja kanska enn størri dent á møguleikan fyri gullinum í landskappingini.

Mugu gera sær dælt
Tveir aðrir dystir verða leiktir um vikuskiftið, og her ætla Neistin og StÍF heilt víst at gera sær dælt av stigamissinum, sum onkur ? ella báðir ? av kappingarneytunum í oddinum fáa í Vestmanna.
Neistin skal á heimavølli royna seg móti H71, og á pappírinum er tað ein dystur, sum Neistin eigur at vinna. Ikki minst tá H71 eisini má vera Henrik Gerster fyriuttan, eftir at hesin fekk reytt kort mikukvøldið. Eitt er tó pappírið. Nakað heilt annað er, at dysturin eisini skal spælast, og tá talan er um hoyvíkingar, so hava teir ? eisini móti Neistanum ? prógvað, at teir væl kunnu gerast tyngri enn ætlað at syfta.
StÍF má helst vera tríggjar av berandi kreftunum fyriuttan, tá teir sunnudagin vitja í Hoyvíkshøllini. Marian Cirloganescu og Sveinur Justinussen dragast báðir við skaða, og tá Mihai Marinescu eisini er leikbannaður, skal breiddin hjá liðnum av álvara standa sína roynd. Júst breiddin tykist tó eisini vera ein av stóru styrkunum hjá StÍF hetta árið, og so er spurningurin, hvørt tað fer at verða nóg mikið hesaferð, ella um KÍF fer at gera bart, nú teir væntandi aftur hava Damir Oros á liðnum, eftir at hann misti stóran part av grundspælinum við einum knæskaða.