So kemur Jógvan I heim úr Barentshavinum

Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip undir Føroyum. Teir koma inn at landa mánadagin. 

 

- Tey trý smærru ísfiskalínuskipini eru eystanfyri. Tey koma helst inn at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tey smærru ísfiskalínuskipini eru Volunteer, Fiskivarði og Anru.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey eru í Íslandi, og eitt er á veg heim úr Barentshavinum.

 

In.fo kann leggja aftrat, at línuskipið, sum hevur fiskað í Barentshavinum síðan í fjør heyst, er Jógvan I, sum er skipið á viðheftu mynd.

 

Sum skilst hevur Jógvan I gjørt nakrar túrar eystanfyri, og teir hava hesa tíðina havt manningarskifti í Noregi.

 

- Streymurin verður góður, men veðrið verður skiftandi. Vit vænta tó, at nakað verður av útróðri, tá veðrið loyvir tí, verður lagt aftrat.