Myndir: Álvur Haraldsen

So kom flogfarið hjá FarCargo

Um fýratíðina lendi nýggja farmaflogfarið hjá FarCargo á flogvøllinum í Vágum

Myndir: Álvur Haraldsen

Flogfarið skal flúgva laks hjá Bakkafrost millum Vágar og Newark flogvøllin uttan fyri New York.

 

Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 flogfar frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er umbygt og klassað til farmaflogfar og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.

 

Flogfarið er vælútgjørt, og hevur m.a. orkusparandi veingja-spíssar, nýmótans navtiska RNP 0.13 tøkni, sum væntandi eftir nakrar mánaðir kann nýtast til innflúgving í Vágum. Flogfarið hevur harumframt møguleika at køla farmin undir flutningi.

 

Almenn móttøka fyri nýggja flogfarinum hjá FarCargo verður á flogvøllinum í Vágum týsdagin frá kl. 10:00 til 12:00. Vinnumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bera fram røðu. Tónar frá Lenu og Niclasi verða at hoyra, og lætt ábit verður at fáa. 

Av trygdarávum er bert møguligt hjá innbodnum at sleppa út at síggja flogfarið. Øll onnur eru vælkomin at síggja flogfarið úr móttøkuhøllini.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen