Guernsey: So kom tað. Gullið, sum bogaskjúttarnir mest sum hava havt patent upp á í oyggjaleikahøpi, hevur bíðað leingi hesaferð. Eitt silvur- og trý bronsumerki var úrtøkan teir báðar fyrstu kappingardagarnar, og tað var helst minni enn tað, sum málið var undan leikunum.
Tætt hjá recurve?num
Seinasti møguleikin fyri gullinum var hósdagin, tá liðkappingin í nýggju head-to-head kappingini stóð á skránni. Her er talan um tríggjar skjúttar, sum innan tveir minuttir skulu skjóta tríggjar ørvar hvør. Hetta verður endurtikið tríggjar ferðir, soleiðis talan íalt er um 27 ørvar, sum verða sendir avstað. Sama er galdandi fyri mótstøðuliðið, og so er bara at telja saman fyri at vita, hvør sleppur at halda fram í kappingini, og hvør noyðist út.
Grundað á silvurmerkið í liðkappingini í FITA umfarinum sluppu compound-skjúttarnir undan at dystast í fjórðingsfinaluni. Her skuldi Recurve-liðið dystast við Guernsey, og tíverri fyri føroyska liðið, so endaði hetta við sigri til heimaliðið.
Talan var tó ikki um nakran stóran mun. Fyrsta umfarið misti føroyska liðið ov nógv, og tó at roynt varð at toga hetta aftur, so vóru tey av Guernsey ov stinn í síni skjóting. Enn ikki eitt sera gott seinasta umfar hjá Kristiani Niclasen kundi broyta hetta. At Kristian kom inn at skjóta, var sum so ikki partur av uppranaligur ætlanini. Tað er nevnliga so, at umframt tey trý, sum skjóta fyri liðið, kunnu eykaskjúttar eisini vera tøkir, soleiðis at hesir kunnu traðka inn, um tað onkursvegna gerst neyðugt. Tað mettu føroyingarnir, at tað var, tá Rói Johannesen ikki tóktist hava sín besta dag, og Kristian gjørdi ikki mætari enn at knalla tveir av trimum ørvum í gult, men hetta var so ikki nóg mikið hjá liðnum. Hini bæði á liðnum vóru annars Annika Vang, sum helst dróg størstu byrðuna í dystinum og so Rógvi Mohr.
Gull-liðið
Tá farið varð undir hálvfinalurnar, var tíð hjá compound-liðnum hjá okkum at traðka inn í kappingina. Á liðnum her vóru Schandorff Vang, Sigrid K. Vang og Jóannes Poulsen, meðan Anders Jønsson og Alberta Gaardlykke stóðu til reiðar at koma inn, um okkurt skuldi verið áfatt.
Í hálvfinaluni skuldu føroyar takast við Isle og Man, sum í FITA-umfarinum endaði á triðja plássinum. Hendan dystin vunnu okkara, og so var klárt til finaluna. Hendan kom at standa millum Føroyar og Guernsey, sum í sínari hálvfinalu vann á Jersey.
Føroyska liðið legði væl frá landi, og fekk longu eftir fyrstu níggju ørvarnar eitt lop á tíggju stig niður til hini, tá umfarið endaði 70-60. Næsta umfarið endaði 67-69, soleiðis at munurin minkaði niður í átta stig, og hóast hetta er ein tolulig leiðsla til níggju ørvar, so var alt framvegis púrasta opið. Ikki minst tí nervarnir so ofta kunnu spæla skjúttunum eitt puss í hesum kappingarslagnum.
Men føroyingarnir hildu høvdið kalt. Sigrid, sum kanska ikki skeyt so væl fyrstu umførini, brendi alt fyri eitt nakrar ørvar í gult, meðan spentu liðfelagarnir kundu síggja, at tað ikki gekst heilt so væl hjá Guernsey. Jóannes stóð púra stúttur í sínum skotum, hóast pulsurin helst mundi vera omanfyri tey 200, og fagnaðarrópini mundu valla fingið nakran enda, tá tað samstundis sást, at ørvarnir hjá Guernsey nú flákraðu kring allan sólarringin.
Schandorff var seinasti føroyski skjúttin, og heldur ikki her var nakar ivi. Hesar seinastu tveir minuttirnar vunnu Føroyar ikki minni enn 78-64, og við samanløgdu 215-193 var eingin sum helst ivi um, hvør hevði bestu skjúttarnar. Tað høvdu Føroyar, og so var loksins eitt gull komið í bogaskjúttaraleguna.