Utgáva
76 bøkur av frumútgávuni á enskum um Harry Potter fóru um diskin, tá Rit og Rák í SMS skipaði fyri útgávukvøldi náttina til leygardagin. Tá tey flestu høvdu ognað sær útgávuna, fekk týðarin av fimtu og sættu bókini, Bergur Rasmussen, sum eisini skal týða hesa, orðið. Hann vísti millum annað á, hvussu ovurhondsstórur áhugin er fyri Harry Potter.
- Tá eg nú ein dagin googlaði á Harry Potter komu ikki minni enn 155 mió. leinkjur fram. Hetta vísir, at hann er eitt fenomen á netinum, eins og Elvis Presley og Beatles vóru tað í útvarpi og sjónvarpi.
Kári Árting úr Rit & Rák visti ikki, hvussu nógv høvdu verið í handlinum, men metti, at tað vóru omanfyri 100, tá tey vóru upp á tað mesta.
Bergur Rasmussen væntar at vera klárur við umsetingini síðst í september, og bókin »Harry Potter and the deatbly hallows« skal eftir ætlan vera í bókhandlunum á føroyskum um hálvan november.