Amerikanskir fjølmiðlar siga nú, at tann tropiska ódnin Sandy er komin inn á land, og at hon bar fyrst við strondina í New Jersey. Sagt verður, at fleiri býir standa undir vatni, og at millum 700.000 og 800.000 húski hava mist streymin.
Í býnum Atlantic City í New Jersey eru tey flestu rýmd undan ódnini, og tey, sum eru eftir, hava fingið boð um at halda seg innandura í kvøld og í nátt. Tíðindastovurnar skriva, at bjargingarlið royna at hjálpa 500 fólkum í býnum, sum eru komin í neyð. Sagt verður, at gøturnar í býnum standa undir vatni, og tað sama er at siga um nógvar kjallarar.
Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, segði á tíðindafundi í kvøld, at kanska er Sandy tann ringasta ódnin, sum hevur rakt býin, men hann legði afturat, at býurin hevur ongantíð verið so væl fyrireikaður sum hesaferð.
Barack Obama, forseti, bað í dag fólk gera eftir teimum vegleiðingum, sum tey fáa frá teimum lokalu myndugleikunum.