Hann hevði ikki lovað allarbesta veður henda hósdagin.
Boðað er frá regni av og á, eins og nakað av vindi. Men frá morgunstundini var kortini einki sum bendi á at veðurfrøðingarnir fóru at fáa rætt í sínum spádómum.
Skuldi ein sagt frá veðurlíkindunum í Gásadali hósmorgunin 20. apríl 2006 kl. 9:00 so vóru tey nøkurlunda hesi: Klárt í veðrinum, turt, eitt lítið lot og sólarglottar á Tindhólmi. Hitin um 5 stig.
Karl hevur bjóðað okkum heitt, gott og sterkt kaffi. Hetta munaði væl henda morgunin, og nú gera vit klárt at fara á longu og forvitnisligu ferðina úr Gásadali til Viðareiðis.
Ætlanin er at koyra - helst sum teir fyrstu nakrantíð - allan vegin av Viðareiði og aftur higar í einum.
Hugskotið spratt úr hugaheimi blaðstjóra Sosialsins, og skal nú setast í verk. Samband er fingið við ein av íbúgvunum í Gásadali, sum er sinnaður at gera hesa ferðina sum man fara at taka allan dagin.
Avtala er fingin í lag við NCC um loyvi at koyra gjøgnum tunnilin á heimleiðini. Og avtala er fingið við Elisabeth Nybo á Viðareiði um at hava reinsdjórakjøt á døgurðaborðinum fyri okkum kl. 12:30.
Nú er bert eftir at leggja til brots.
Neyt og seyður
Vit fara frá húsunum hjá Karli ovast í bygdini, men sleppa ikki soleiðis avstað. Nei, hann vil fegin vísa fram neytini og seyðin í fjósi sínum.
Fjósið stendur fyrst í bygdini, og her sleppa vit at heilsa uppá nakrar av ferføttu vinum hansara. Hundurin er trúfasti fylgisveinur hansara allan vegin, men hann sleppur bert oman higar. So er hansara túrur liðugur.
Vit steðga á eina løtu, tí Karl hevur stóran áhuga fyri neytahaldi og umboðini fyri tíðindatænastuna vilja fegin hoyra meiri um líkindini fyri hesi vinnuni í Gásadali.
Nú er klárt at fara víðari á ferðini norðureftir. Hitt fjórða ferðafólkið sæst nærkast fjósinum, og vit leggja leiðina norðuryvir.
Prátið í bilinum fellur nátúrliga inn á liviumstøðurnar í hesi vestastu bygdini á Vágoynni og munin á fyrr og nú. Tað skilst týðiliga á teimum báðum ferðafólkunum at tey harmast um støðuna, sum heimbygd teirra hevur verið fyri.
Fyrr var skúli, skúlabørn, lív og trivnaður í bygdini. Øll longdust eftir at fáa samband við umheimin, men tá vegasambandið umsíðir kom, var tað ovseint: Fólkini vóru longu flutt aðrastaðir.
Vit vita ikki rættiliga av fyrrenn vit hava koyrt gjøgnum tríggjar tunlar og nú stendur Kollafjørður fyri framman.
- Man Jákup nú standa her?, skimast kvinnuligi ferðagestur okkara.
Ein bilur stendur haruppi við tunnilsmunnan við tendraðum ljósum. Man tað vera hann?
Nei, tað er ikki hann. Tí maður hennara hevur sett bilin beint við rundkoyringina, og her steðga vit so.
Hann fær konuna aftur, men ein sum man vera enn glaðari fyri heimkomuna, er hundurin í bilinum. Hann hevur ikki meiri enn fingið eygu á hana, so skilst at tey bæði eru vinir.
- Hey, sigur hon við hundin. - Kom her, besti hjá mammu síni!
Vit skiljast her við rundkoyringina. Tey bæði og hundurin fara til Havnar, meðan vit tríggir halda leiðina fram norðureftir til Leirvíkar.
5 og 200 húsarhald
Ferðin gongur gjøgnum Kollafjørð og víðari til Hósvíkar.
- Ja, nú komu vit so til Hósvíkar, siga vit.
Orðini eru ikki meiri enn søgd, tá vit fáa eygu á ein bil, sum beinanvegin vekur okkara áhuga. Undir einum húsum sunnarlaga í bygdini stendur ein bláur jeepur parkeraður: Postbilurin.
Her er frálíkur møguleiki hjá einum postmanni úr einum lítlum øki at skifta orð við ein postmann í einum stórum postøki.
Vit SNARa inn í bygdina júst sum postmaðurin hevur borið postin inn í næstu húsini. Tveir starvsfelagar taka í hondina á hvørjum øðrum.
Lokali postmaðurin greiður eitt sindur frá sínari rutu, og spyr so eftir rutuni í Gásadali. Hann er frammanundan greiður yvir, at her man munur vera á.
Sjálvur hevur hann um 200 hús á rutuni henda dagin, sum m.a. umfatar øll húsarhaldini í Hósvík. Tá er munur á at hava 5 ella 6 húski at fara til.
- Tað tók mær langa tíð at læra hesa rutuna at kenna. Men í dag dugi kenni eg alt frá Hvalvík til Kvívíkar, greiðir hann frá.
Karl spyr, um tað ikki er ringt at læra eina ella tvær so drúgvar rutur at kenna.
- Jú, tað var ringt at læra alt. Tað tók mær langa tíð, men í dag gongur tað sum einki.
- Her í Hósvík lættir tað eisini væl um, at allar gøturnar hava navn og húsini hvør sítt gøtunummar, sigur hann.
Teir práta saman eina løtu aftrat, men tíð er hjá okkum at halda leiðini fram til Leirvíkar. Nú hevði verið kærkomið við einum kaffimunni onkustaðni á leiðini.
Gott við kaffi
Á Norðskála liggur Café Inn, og har man liggja fyri við einum kaffimunni ein slíkan fyrrapart. Men nei, - har letur fyrst upp kl. 11:30.
Í Skálafirði er bæði bensinsøla og kaffistova, so tað verður okkara næsta mál á ferðini. Tað er skjótt at kaffi og ein køkubiti standa á borðinum.
Vit skifta orð við ein mann úr Runavík, sum skal somu leið sum vit. Hann er NSÍari um ein háls, tað vit vita. Hann situr nú og bíðar eftir bussinum úr Havn, sum skal føra hann víðari til Dúgvuna. Hann skal til skips sama dag.
Karl hevur fingið eyga á ein stóran gráan bygning inni í bygdini. Er hatta samkomubygningurin hjá Kelduni?
Jú, so er. Samkoman hevur megnað at bygt henda stóra bygningin og í løtuni verður arbeitt enn meiri við innrættingini.
Klokkuni er nú farin at nærkast 10:30 og Dúgvan skal sigla kl. 11:00. Best er at sleppa sær víðari, tí hugsandi er at nógvir bilar eru við ein slíkan túr so nær middegi.
Út fyri Gøtuvík síggja vit flaggskip okkara Norrönu koma siglandi suðureftir.
- Nå, hon fer hendavegin. Vit síggja av og á farmaskip fara siglandi gjøgnum Mykinesfjørð, sigur Karl.
RASMUS OG SNAR
Trupult er at meta um tíðina, og tað vísir seg at vit eru í góðari tíð í Leirvík. Hálvur tími er at bíða til næsta túr, og vit eru bilur nr. 2 í bilkøini. Frammanfyri okkum stendur ein sera vakur bilur við nummarspjaldrinum RASMUS, og nú kemur okkara Yaris-bilur við nummarspjaldrinum SNAR.
- Kom, latum okkum fara ein túr niðan at vita um vit sleppa inn í bowlinghøllina!
Hetta er Karl við uppá. Hann hevur bowlað einaferð áður, og hevur hoyrt um hesa nýggju høllina í Leirvík.
Inni í kaffistovuni á bensinstøðini eru nógv fólk savnað henda kaffisteðgin. Líkt er til at nógv stórmál verða havd á lofti eina slíka stund. Og aftur í dag er vegaføringin í Leirvík eitt evni.
Hóast Rambøll-frágreiðingin er heitt evni henda fyrrapartin, fáa vit loyvi at støkka inn á gólvið í bowling-høllini, og fáa enntá loyvi at royna breytirnar.
Men klokkan stendur ikki í stað. Nú sæst Dúgvan nærkast ferjuleguni, og vit gera okkum til reiðar at ganga oman til SNAR.
Henda seinasta ferð okkara tvørtur um Leirvíksfjørð skal byrja hvørja løtu. Og løtu seinni daga fyrstu húsini í Klaksvík undan.
5 tunlar + 1
Eins og vanligt hevur verið øll hesi árini standa hópurin av bilum við ferjuleguna eisini henda hósmorgunin.
Líkt er til, at nógvir bilførarar í Klaksvík hava hetta sum fasta rutu - at leggja leiðina fram við ferjuleguni við 1 ½ tíma millum, ella júst tá Dúgvan leggur at.
Tað er jú altíð gott at vita, hvør kemur til býin og hvør fer úr býnum. Nú ræður um at brúka henda møguleikan til fulnar, tí nú fara túrarnir at fækkast og hesin møguleikin fer í søguna.
Vit geva okkum ikki stórvegis far um hesar bilarnar, tí nú eru vit mestsum komnir á mál. Eftir standa teir 18 kilometrarnir norður til Viðareiðis.
Higartil hava vit koyrt gjøgnum fimm tunlar, og fyri okkum standa tveir aftrat - teir báðir Borðoyartunlarnir.
Men hvat - kunnu vit ikki taka ein tunnil við á ferðini aftrat? Nei, Karl hevur einki ímóti at fylgja okkum til Kunoyar, her vakurt útsýni er yvir fjørðin og vestursíðuna av Kalsoynni.
Hesin tunnilin til Kunoyar varð skotin ígjøgnum í 1988 - og tað var um júst hetta mundið, at Gásadalstunnilin átti og burdi verið komin, skal ein ganga eftir tí, sum Karl sjálvur heldur. So var kortini ikki.
Karl hevur onkutíð siglt gjøgnum Kalsoyarfjørðin við skipi, men ongatíð hevur hann eygleitt henda soleiðis frá landi av. Tað er líkasum at landslagið hinumegin broytir skap, tá ein sær tað frá landi av.
- Tú, tað er øgiligt sum tað er nógv broytt har á Kalsoynni. Tað sær heilt øðrvísi út higani frá.
- Ja, teir vóru eisini hepnir at fáa tunlarnar, soleiðis at ein kann koyra allan vegin av Trøllanesi til Syðradals, sigur Karl hugsunarsamur.
Hann veit av royndum, hvat tað vil siga tá politikkarar drála við slíkum loysnum, sum eru til frama fyri fjarlagnar bygdir.
Á Kalsoynni komu tunlarnir ikki ov seint. Her stendur fólkatalið at kalla í stað.
Verri var hjá teimum í Gásadali ... Hesin tunnilin kom helst ov seint. Og so er hann ikki eingang alment latin upp enn.
Hvør skal víkja?
Svongdin er enn einaferð farin at gera um seg, og nú er tíðin komin at venda nøsini - og maganum móti matstovuni á Viðareiði.
Nú standa tveir teir seinastu tunlarnir á hesum fyrsta parti av ferð okkara fyri framman. Lætt er at koyra norðureftir, tí vit eiga forrættin at koyra.
Tað eigur at vera eitt spæl at koyra norðureftir, men tað er tað ikki henda dagin. Miðskeiðis í eina tunlinum møta vit einum bili, sum als ikki ger tekin um at hann vil víkja fyri okkum, soleiðis sum hann eigur at gera.
Hann verður standandi á vegbreytini og flytir seg ikki. Hann stendur áraka eitt av mongu víkiplássunum, og ætlar sær ikki á nakran hátt at søkja inn higar.
Tað er bara eitt hjá okkum at gera: Vit mugu inn í hetta víkiplássið ístaðin, hóast tað ikki var á okkara síðu.
Bilurin hevur føroyskar nummarplátur, men helst er hetta onkur óroyndur bilførari sum er ávegis til Klaksvíkar.
Tann stóri spurningurin í okkara bili er, hvussu fer at verða leygardagin tá ein hópur av fremmandum bilum fara at royna hesar smølu og í allar mátar ótíðarhóskandi tunlarnar á Borðoynni.
Ótrúligt at teir ikki langt síðani eru vorðnir breiðkaðir - ella ein einstakur tunnil hevur loyst hesar av!
Úr Norðdepli er skjótt at koyra til Viðareiðis, og kl. 12:30 stundisliga stendur lítli SNAR við teim stóru monnunum í túninum við matstovuna, sum Elisabeth Nybo rekur á Viðareiði.
Vit høvdu møguleika at velja millum tríggjar rættir - neytakjøt, lambskjøt og reinsdjórakjøt. Lat ongan iva vera um, at vit ynsktu tað besta og forkunnugusta fyri gest okkara. Tað endaði við reinsdjórakjøtinum, sum var komin allan vegin av úr New Zealandi til Viðareiðis.
- Hetta smakkar óføra væl. Eg havi roynt hetta fyrr í Noreg, men tá var tað væl myrkari. Men smakkirnir minna um hvønn annan, staðfestir Karl.
Forrættur okkara var súpan og omaná fingu vit ís, sum kokkurin sjálv hevur evnað til.
Mettir og væl settir fóru vit frá borði, tí nú skuldi millumleikurin á ferðini setast í verk. Mostir Karls á Viðareiði skuldi fáa óvæntaða vitjan henda góðveðursdagin!
- Tú sært gott út!
Stutt er at ganga frá matstovuni oman til tey gullittu húsini hjá Solu. Spurningurin er bara, um hon var inni.
Vit ganga niðan trappurnar við Karl á odda. Hann tekur í hurðina, fer innar og spyr: - Góðan dag. Man nakar vera inni?!
Játtandi svarið ljóðar beinanvegin úr køkinum ella stovuni. Hon kemur út gjøgnum køksdyrnar og gerst ikki sørt bilsin av at síggja ein av fyrrverandi bygdarmonnum sínum standa her.
Hann hevur verið á Viðareiði eina ferð áður, men tað var einaferð í áttati-árunum.
Her á Viðareiði hava menningin og framburðurin ikki staðið í stað. Nógv er bygt og útbygt, og nógv er øðrvísi enn fyri 15 til 20 árum síðani.
- Hevði tú ikki sagt mær, at hatta vóru húsini hjá mostur mínari, er ikki vist at eg hevði kent tey aftur, sigur Karl.
Nú hittast tey so aftur her í gongini í heiminum hjá Solu. Tey geva hvørjum øðrum koss á kinn, sum eitt greitt tekin um at vinarbondunum bilar einki.
Góð vinarbond slítast ikki av tíðarinnar tonn.
- Tú sært so gott út, sigur hon við hann. Ella var tað hann við hana. Sama ger. Tey eru í øllum førum fegin um at hitta hvørt annað, hóast vitjanin kom óvart á vertin henda seinnapartin.
- Kom innar í stovuna. Vilja tit ikki hava ein kaffimunn?
Vit takka nei í fyrsta umfari, men seinni broyta vit meining, nú henda gásadalskonan á Viðareiði vil sýna okkum blíðskap.
Lembing
Bilsni vertur okkara er skjót í vendingini. Lítla løtu seinni er ein góður kaffimunnur og ein køkubiti á borðinum framman fyri okkum. Og prátið gongur so listiliga - um familju, seyð, jørð og viðurskiftini í føðibygdini langt har vestiriii.
- Sonurin eigur nakað av jørð her niðanfyri húsini. Hygg, tú sært hasar ærnar. Tær eigur Jákup, sigur mamman, ikki sørt errin á málinum.
Enn hava tær ikki lembt, men tað hava tær hinvegin hjá Karli í Gásadali. Tvær ær lembdu tvílembur, men hvussu var og ikki so mistu tær hvør sítt lamb.
Soleiðis gongur prátið aftur og fram eina góða løtu.
- Eg fái nógva vitjan, sigur Sola.
Higar koma fólk úr øllum landinum, tí, sum hon sigur: - Eg eigi nógvar góðar vinir!
Fólk heilt vestan úr Bø hava eisini verið á gátt í samband við kristilig møtir á Viðareiði.
- Tú, sigur Karl, eftir at tey hava prátað eina góða løtu. Hatta er ein vøkur mynd, tú hevur hangandi har á vegginum. Nær man hon vera tikin?
Inni í stovuni hongur ein stór mynd - í roynd og veru ein loftmynd av Gásadali. Tey fara bæði yvir til myndina at hyggja eftir henni.
Tað er týðiligt at tey her eru á heimavølli, tí tey kunnu nevna fólkini í øllum húsunum, og eisini siga, hvar tey nýggjaru húsini í bygdini liggja.
Ringt er at seta eitt ávíst árstal á, nær myndin er frá. Men semja er tó um, at hon man vera frá einaferð í áttati-árunum.
Vakurleiki á Viðareiði
Klokkan gongur og nú fer skjótt tíðin at vera komin til seinasta og mest spennandi partin av ferðini - at koyra allar teir mongu kilometrarnar av Viðareiði til Gásadals. Teir munnu vera fleiri enn hundrað tilsamans. Enn vita vit ikki til fulnar, hvussu mangir teir eru.
Ætlanin er at leggja til brots frá ovastu húsunum á Viðareiði og tí koyra vit niðan til tann partin av bygdini sum kallast Uppi við Garð.
Vit gera klárt at fara avstað, tá vit brádliga leggja merki til teir vøkru og laðaðu garðarnar á hesum økinum. Teir vilja vit fegnir fáa at síggja og kanska eisini foreviga í eini mynd.
Til gongu ber nú leiðin eftir bønum, framvið hesum ótrúliga vøkru gørðunum og til eitt hóskandi stað til eina myndatøku. Myndamaðurin ger seg til reiðar og eftir nakrar royndir er hann nøgdur við ta stórslignu myndina: Maðurin úr tí vestasta húsinum í Gásadali er avmyndaður við tey norðastu húsini í Føroyum.
Nú er klokkan vorðin 15:30 stundisliga. Bilurin er settur í gongd og tripp-teljarin verður settur á 0,0, tí nú skal koyrast og kannast, hvussu langt tað er higani og vestur ígjøgnum.
Proppur í tunlinum
Ferðin gongur væl av Viðareiði, men inni í tunlunum verða vit aftur tarnaðir av mótkoyrandi ferðslu.
Blái bussurin hjá Bygdaleiðum er á veg til Klaksvíkar við ferðafólki, og honum koma vit at koyra aftaná gjøgnum tunlarnar.
Hjá honum ber ikki til at fara inn í víkiplássini, tá tveir bilar eru aftanfyri. Hann ger tí ikki mætari enn at blinka inn til vinstru út fyri víkiplássini, soleiðis at teir mótkoyrandi bilarnir kunnu fara inn í víkiplássini á veg norðureftir.
Hetta hendi ikki færri enn tríggjar ferðir í báðum tunlunum. Og hetta er fyri okkum tríggjar í bilinum enn eitt tekin um, at trupult verður hjá tí nógvu ferðsluni at sleppa ótarnað aftur og fram, tá Norðoyatunnilin letur upp. Ætlaðu skeltini eru helst góð, men spurningurin er, um tey fara at gera nakran mun.
Klokkan er nú 15:50 og vit hava koyrt teir fyrstu 19 kilometrarnar av ferð okkara. Vit mugu hava eitt sindur av bensini í tangan, og løtu seinni standa vit við munnan til tunnilin Klaksvíksmegin.
Vit síggja bilarnar standa í bíðiraðnum við ferjuleguna í Klaksvík. Dúgvan fer aftur av Klaksvík kl. 16:15, og tíð er at seta bilin í bilraðið um ein ætlar sær við.
Munur á
Vit hava longu gjørt eina avtalu við Kristian hjá NCC um loyvi at koyra ígjøgnum tunnilin áðrenn hann alment letur upp. Her skal ikki trokast ella trýstast, men koyrast eftir øllum galdandi forskriftum.
NCC-maðurin hevur sitið á fundi, men hesin er tíbetur at enda komin, og løtu seinni kemur tann reyði bilurin út úr tunlinum.
Ein tíðindafundur um øll tiltøkini í samband við tunnilin hevur verið í Klaksvík um hetta mundið. Hann er nú liðugur, og Kristian hevur eina aðra avtalu við Olivur á Norðlýsinum um myndatøkur Leirvíksmegin.
Hann fer eftir blaðstjóranum og løtu seinni fer eitt fylgi við tveimum bilum inn í Norðoyatunnilin. Klokkan er um at vera hálvgum fimm, og tá vit koma út aftur hinumegin er kl. 16:29.
Úti á fjørðinum síggja vit Dúgvuna koma siglandi til Leirvíkar. Hon er bert komin hálva leið.
- Ja, har sært tú. Dúgvan er ikki meiri enn komin út í fjørðin, og vit eru longu komnir til Leirvíkar. Tað er munur á.
Uppliving fyri lívið
Vit takka fyri okkum og nú avgera vit ikki at steðga aftur fyrrenn við ovastu húsini í Gásadali. Við hóskandi ferð gongur leiðin øvugtan veg.
Ávegis ringir ein av fartelefonunum. Tað er konan sum spyr, um vit ikki kunnu steðga á við Bónus í Miðvági, tí okkurt manglar til húsarhaldið.
Vit so gera, og tá klokkan er 17:52 steðgar ein lítil svartur Yaris í túninum hjá Karl Mikkelsen í Gásadali. SNAR er afturkomin við ferðafólkum sínum.
Tíðin er komin at gera upp fyri dagin. Vit hyggja spentir eftir tripp-teljaranum: 115,8 km. hava vit koyrt - tá er ein lítil umvegur í Klaksvík íroknaður. Sjálvur tunnilsvegurin - Mækjugøta ella Fluktvegurin sum onkur nevnir hann - er ikki liðugur enn. Har var arbeitt av allari megi, og tí máttu vit koyra ein lítlan umveg gjøgnum Klingrugarð.
- Jú, hetta var ein sera góður túrur og eitt stórt upplivilsi at kunna koyra allan henda langa vegin, og haraftrat gjøgnum 8 tunlar. Tað er ikki hvørt mans føri.
- Tit á Sosialinum hava sanniliga givið mær eina uppliving fyri lívið, sigur Karl takksamur á málinum.
Skjótt norður aftur
Vit fara innar í heimið hjá Karli. Vit mugu líka fáa tær seinastu viðmerkingarnar og myndirnar uppá pláss.
Karl hevur fylgt við gongdini innan tunnilsgerðir í Føroyum, og hann dugir væl at síggja týdningin av hesum tunlunum fyri menningina av føroyska samfelagnum ikki minst Norðoyggjum!
- At gera tunlar, - tað er tað einasta rætta, staðfestir hann bara.
Hann er tó sannførdur um, at tunnilin til Gásadals kom ov seint. Kom hann ígjøgnum eini 15 ár frammanundan, hevði støðan kanska verið øðrvísi í Gásadali.
- So vóru helst fleiri ungfólk her í bygdini, sigur hann.
Ein tunnil skapar eisini menning bæði innan vinnulívið og ferðavinnuna, bara fyri at nevna nakað. Tað skapar trivna fyri bygdarfólkið - um hann altso kemur nóg tíðliga!
Tað hendi tíverri ikki hjá fólkinum í Gásadali, helst tí kreppan kom fyrst í níti-árunum. Tað er altíð tað góða fólkið sum fer fyrst av bygdini.
Nú hevur Karl, eins og eini 80% av Føroya fólki fingið møguleika at koyra til dyrnar hjá hvørjum øðrum.
Tað ætlar Karl sær eisini at gera brúk av í framtíðini. Tí, sum hann sigur:
- Tað skulu ikki ganga 20 ár aftrat inntil eg vitji mostur mína á Viðareiði!