So leingi eygu síggja

Ummæli: Hanus Kamban hevur týtt eina av elstu og vakrastu søgunum um kærleika

Hanus Kamban er farin at týða úr forngrikskum. Í fjør gav hann út “Euthýfron”, ið er ein av fýra dialogum hjá Platon um deyða Sokratesar, og nú gevur hann út eina týðing av kendu og vøkru forngriksku skaldsøguni “Daphnis og Chloe”. Søgan er nærum tveytúsund ára gomul, men ikki sørt av einum “eye-opener” fyri nútíðar lesarar.

Hirðar og kærleiki
Søgan um Daphnis og Chloe varð skrivað um ár 200 e. Kr. Rithøvundurin æt Longos og livdi á griksku oynni Lesbos. Tað var á somu oyggj, skaldkvinnan Sappho um 600 f.Kr. yrkti um kærleikan til aðrar kvinnur og á tann hátt gjørdi navnið á oynni til eitt hugtak í okkara tíð. Í Russlandi hevði Sappho kanska sitið undir liðini á Tolokonnikova í dag.
Um ár 200 e.Kr., tá Longos livdi, var alt Grikkaland komið undir rómverskt ræði, men grikkar skrivaðu framvegis á grikskum. Í bókmentum vóru sonevndar hirðaskaldsøgur vælumtóktar.
Heitið hirðaskaldsøgur er komið av, at søgurnar fyri tað mesta ganga fyri seg úti í náttúruni ella í einum bygdarlagi, og í mongum førum eru hirðar, ið ansa seyði ella geitum, høvuðspersónar. Flestu hirðaskaldsøgur snúgva seg – eins og “Daphnis og Chloe” – um sakleysan kærleika millum drong og gentu. Afturlítandi hevur verið hildið, at søgurnar góvu fólki eina kenslu av tryggleika í ótryggum tíðum. Tó vóru søgurnar ikki bara vælumtóktar í grikskari og rómverskari fornøld, tí Goethe helt søguna um Daphnis og Chloe vera so vakra, at øll áttu at lisið hana eina ferð um árið, og kanska er tað fleiri lesarum kunnugt, at franski komponisturin Ravel í 1912 skrivaði tónleik til eina ballett við heitinum “Daphnis og Chloe”. Harumframt eru Daphnis og Chloe myndevni í óteljandi verkum í evropeiskari list. Tí hóskar tað væl, at myndir eftir Torbjørn Olsen eru í føroysku útgávuni, og tað hevði ikki verið rætt at skrivað, at Torbjørn Olsen hevur prýtt útgávuna við myndum, tí hann hevur við tekningum gjørt sínar egnu tulkingar av søguni, og lesaran fær tí í grundini tvær upplivingar í einum: bæði í teksti og í varligum myndum, sum kunnu standa fyri seg sjálvar.

Søgan
Í forngrikskari tíð var ikki óvanligt, at foreldur lótu børn, sum tey ikki vildu hava ella ikki høvdu umstøður til at taka sær av, leggja út í náttúruna.
Daphnis og Chloe verða bæði løgd út sum nýføðingar, men geitir og seyðir taka sær av teimum, og hirðar finna tey og taka tey til sín. Søgan snýr fyrst og fremst um, hvussu tey spakuliga varnast kærleikan sínámillum. Nógv verður gjørt burtur úr longsli, óvissu, svøvnloysi, ótta og jalousi. Men harumframt snýr søgan seg um, hvussu tey finna aftur til síni upprunaliga foreldur og á tann hátt finna ein samleika bæði í kærleikanum og í ættini. Ein høvuðsleiklut hevur gudurin Eros. Hann vil tryggja kærleika, girnd og lív, og menniskjuni mugu hjálparleys geva seg undir hansara vilja. Hjá sær hevur hann snilda tænaran Pan.

Rúm fyri øllum
Merkisvert fyri ein lesara í okkara tíð er tað kanska, at eingin verður útihýstur í søguni. Trælir, tænarar, skøkjur, gomul, ung og samkynd, øll eiga sín lut í kærleikssøguni, og øll verða lýst virðiliga og luttaka at enda í stórari veitslu úti í náttúruni. Søgan um Daphnis og Chloe er tískil eisini ein søga um ókravda inklusión, rúm er fyri øllum.
Ekfrasa
Søgan byrjar við stuttum inngangi. Frásøgufólkið í søguni er á veiðiferð á oynni Lesbos og kemur fram á eina mynd. Myndin er so hugtakandi, at frásøgufólkið heldur tað at vera neyðugt at siga lesaranum frá myndini, tí “eingin fer at heilt at sleppa undan Erosi, so leingi sum vakurleiki er til og eygu síggja”. Á tann hátt er øll søgan um Daphnis og Chloe ein sonevnd ekfrasa, t.v.s. ein roynd at flyta upplivingina av einari mynd í tekst. Ekfrasur vóru vælumtóktar í grikskari fornøld, og at “Daphnis og Chloe” byrjar á ein slíkan hátt avdúkar, at søgan ikki bara er ein einføld kærleikssøga, men at hon eisini er ein søga um alt tað, sum menniskjuni ikki hava tamarhald á, men kortini royna at skilja í t.d. list og við at siga hvørjum øðrum søgur.

Týðingin
Hanus Kamban er royndur týðari og rithøvundur, og hann hevur serligan ans fyri orðavali, bendingum og ljóði. Málsliga heldur Hanus seg til kósina, sum Rikard Long í mong ár var talsmaður fyri. Rikard Long fanst at purismuni í føroyskari málrøkt, t.v.s. royndunum at taka úr føroyskum øll orð, sum hava – ella tykjast hava – útlendskan uppruna. Í týðingini hjá Hanusi eru tískil orð, sum aðrir føroyskir týðarar ikki høvdu brúkt, t.d. “varmi”, “følilsir”, “straffa”, “fortelja”, “deiligari”. Orðini eru vanlig í føroyskum talumáli, og í týðingini rigga tey væl, tí tey lata upp fyri ymiskum stíllegum og smáum eyka merkingum, sum ein puristisk týðing hevði lúkað burtur. Tað krevur tó serliga góða málkenslu at skifta millum orð við næstan somu merking og at skifta millum ymiskar stíllegur og so samstundis halda eina javnvág og ein konsekvens, so at teksturin gerst reglufastur og samanhangandi. Hanus Kamban megnar tað.
Málið í týðingini er tó als ikki gerandisligt. Hanus umsetur ikki søguna til nútíð, men brúkar eitt mál, sum gevur lesaranum ein varhuga av farnum tíðum, t.v.s. ein varhuga av, at søgan ikki er úr okkara tíð, men tó snýr seg um viðurskifti, sum enn eru galdandi. Hetta ávirkar setningsbygnaðin. Fleiri setningar eru langir, kanska í so langir og krókutir, men at stytt setningarnar hevði verið at flutt týdda tekstin burtur frá upprunaliga tekstinum, og endamálið hevur greidliga verið at gera eina týðing so nær upprunaliga tekstinum sum gjørligt. Teksturin hjá Longos er í upprunalíki so háttaður, at hann í støðum kundi verði settur upp sum yrking, og tað hevur eydnast Hanusi at varðveita hetta eyðkenni í týðingini, t.d. tá ein gamal hirði greiðir teimum ungu frá kærleikanum: “Ein gudur, míni børn, er Eros, ungur og vakur og veingjaður”.

Eftirskrift
Aftast í útgávuna hevur Hanus Kamban skrivað eftirskrift. Tað er frálíkt, tí søgan er úr einari tíð, sum fyri mong er ókend. Men eftirskriftin er ov long og kundi kanska verði stytt niður í helvt. Tað hevði verið nóg mikið við upplýsingum um sjálvan tekstin og eitt sindur um søguligu umstøðurnar. Ov nógv verður gjørt burtur úr søguligu gongdini í tíðarskeiðinum og fornari grikskari gudalæru. Í einari eftirskrift verður ein viðgerð av slíkum slag undir øllum umstøðum avmarkað.
Forngrikska mentanin í dag
Forngrikska mentanin hevur havt og hevur framvegis ein serligan týdning fyri lond um allan heim, og týðingar av verkum úr forngrikskari tíð koma regluliga út í londunum kring okkum. Seinastu árini hevur serliga amerikanski heimspekingurin Martha Nussbaum gjørt vart við forngrikska arvin í politiskum kritikki av nútíðini, t.d. í nógv umrøddu bókunum “Cultivating Humanity” og “Not for Profit”. Røðin av týðarum úr forngrikskum til føroyskt er stutt og eksklusiv: J.H.O. Djurhuus, Jákup Dahl, K.O. Viderø og Axel Tórgarð. At Hanus Kamban nú tekur við eftir hesar týðarar er einastandandi og í grundini eitt slag av søgu í sjálvum sær.

Tekning: Torbjørn Olsen

Longos: Daphnis og Chloe. 168 s.
Umsett: Hanus Kamban
Mentunargrunnur Studentafelagsins. 298, 00 kr.