Eftir at hava flogið upp á Keflavík í tríggjar vikur slapp tað føroyska Airbus-flogfarið aftur at seta seg í Reykjavík í gjár.
Atlantsflog hevur søkt um at sleppa at brúka vøllin í Reykjavík, men higartil hava teir íslendsku loftferðslumyndugleikarnir verið trekir at lata felagnum eitt endaligt loyvi. Tey føroysku British Aerospace-flogførini hava havt loyvi at brúka flogvøllin í Reykjavík, hóast tey hava verið størri enn onnur flogfør, sum brúka vøllin. At Atlantsflog nú er farið yvir til tey uppaftur størri Airbus 319-flogførini, hevur ikki gjørt tað lættari hjá felagnum at fáa eitt endaligt loyvi at brúka flogvøllin í Reykjavík.
Kurt Fossaberg, sum var flogskipari á ferðini í gjár, sigur við íslendska kringvarpið, at lendingarbreytirnar í Reykjavík eru nóg langar til Airbus-flogførini.
Atlantsflog hevur víst á, at tey flestu ferðafólkini úr Føroyum hava ørindi í Íslandi, og at tað er tann minni parturin, sum skal víðari við flogfari úr Keflavík. Tí vil føroyska tað flogfelagið brúka vøllin í Reykjavík heldur enn tann í Keflavík.