So má Hvalbiartunnilin útsetast

Vit kunnu ikki gera tunlar Norður um Fjall og Hvalbiartunnilin ísenn

Skulu tunlarnir Norður um Fjall gerast nú, verður tað samstundis neyðugt at útseta Hvalbiartunnilin. Tað staðfestur Annita á Fríðriksmørk, sum er talskvinna hjá Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, vildi hava at vita frá henni, hvørjar ætlanir eru við tunlunum Norður um Fjall, tí nú eru teir í so ringum standi, at teir eru hættisligur, og hendur ein vanlukka, er tað Løgtingið, sum hevur skyldinam, heldur hann.

 

Annita á Fríðriksmørk er samd um, at teir eru í ómetaliga ringum standi. Teir eru í so ringum standi, at tað er ófatiligt fyri hana, at teir ikki er gjørdur, men tvørtur ímóti vórðu skumpaður aftur um Viðareiðistunnilin.

 

Hon sipar til, at upprunaliga var ætlanin, at tunlarnir Norður um Fjall skuldu gerast fyrst, síðani Hvalbiartunnilin gerast og so Viðareiðistunnilin. Varð tann ætlanin fylgd, hevði tað verið koyrandi í gjøgnum tunlarnar fyri langari tíð síðani. 

 

Men tað vildu løgtingslimir, serliga teir úr Norðoyggjum, ikki taka undir við, tí teir vildu hava Viðareiðistunnilin fyrst. Síðani skuldi Hvalbiartunnilin gerast og at enda, tunlarnar Norður um Fjall. Á tingsins røðarapalli hevur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, viðgingið, at tað var eitt sindur av taktikki í hesum, tí varð tunnilin til Viðareiðis ikki gjørdur fyrst, stúrdu teir fyri, at ikki kom í bræði. 

 

Men nú tunnilin til Viðareiðis er gjørdur, verður framvegis strongt á at fáa tunlarnar Norður um Fjall sum skjótast. Og í hesum sambandi ger Annita á Fríðriksmørk greitt, at tað ber ikki til at gera so stórar tunlar, sum Hvalbiartunnilin og Tunlarnar Norður um Fjall, ísenn.

 

Skulu Tunlarnir Norður um Fjall gerast nú, slepst ikki uttan um at útseta Hvalbiartunnilin, staðfestur hon.

 

Eftir ætlan skal farast undir tunlarnar Norður um Fjall í 2022, men Annita á Fríðriksmørk sigur samstundis, at arbeitt verður av øllum alvi við eini roynd at endurskoðað íløguætlanina, so at tunlarnir Norður um Fjall kunnu framskundast eini tvey ár. Men hon nevnir ikki, hvørjar íløgur so skulu bíða.